ÍF - B36 0-3 (0-1)
(Dystarfrásøgn eftir sjónvarpsmyndum frá Televarpinum)
B36 vann sum væntað móti ÍF, og hóast yvirtak í spælinum, so var B36-sigurin ikki serliga sannførandi. ÍF var væl við í dystinum og vísti, at tað ikki er tilvildarligt, at teir hava arbeitt seg upp í topp-5.
Í Fuglafirði munnu tey serliga iðra seg um, at Jan Ellingsgaard brendi eitt brotsspark, sum Eli Falkvard Nielsen gjørdi mót Uros Stojanov.
Talan var annars ein rímiliga undirhaldandi men ikki serliga væl spældan dyst.
Longu fyrstu fimm minuttunum høvdu bæði liðini hvør sín rimmar møguleika. Fyrst Michal Przybylski ein dupultmøguleika beint framman fyri ÍF-málinum, sum málverjin hjá ÍF bjargaði meistaraliga, og síðan blaðungi Sámal Joensen, sum gjørdist púra leysur við góðari tíð, men Rói Mørk Hentze bjargaði.
Hóast B36 hevði yvirtakið í fyrra hálvleiki og hevði fleiri rímiligar møguleikar, so var ÍF við í dystinum allan hálvleikin og tyktust alla tíðina at kunna skapa møguleikar fram eftir vøllinum. B36 misti nakrar bóltur mitt á vøllinum, og tað gav ÍF nakrar góðar møguleikar til skjót mótálop fram eftir vøllinum
Tá ið 38 minuttir vóru spældir kom B36 framum, tá ið ÍF-verjuleikarin Sjúrður Pauli Nielsen var so óheppin at beina bóltin í egið mál.
Fyrsta korterið í seinna hálvleiki sat ÍF á øllum, og B36-verjan sá ógvuliga ótrygg út. Í 10. minutti hevði ÍF ein góðan møguleika, tá ið Filip Djordjevic slapp at skalla púra leysur frammanfyri málið, og ÍF helt fram at trýsta.
B36 gjørdi eina taktiska útskifting, tá ið Magnus Holm Jacobsen kom á vøllin fyri Steffan Radosavljevic, og tað sá beinanvegin út til at hjálpa, og B36 kom nógv betri við aftur í dystin, og løtuna aftan á hevði B36 nakar møguleikar at avgera dystin, men ungi Jákup Nolsøe Olsen stóð væl í ÍF-málinum og bjargaði m.a. tá ið Sebastian Pingel skallaði beint frammanfyri málið.
Seinasta korterið av dystinum fór ÍF veruliga eftir at javna, men tað varð ikki til nakran veruligan møguleika. Í staðin var tað B36, sum avgjørdi dystin, tá ið Brian Jacobsen setti høvdið á eitt fríspark og so var 2-0 og dysturin var avgjørdur. Beint sum vanliga leiktíðin fór gjørdist so 3-0, og hesaferð var tað Meinhard Egilsson Olsen, sum skoraði.
Hóast B36 samanlagt hevði yvirtakið í dystinum, so hevði ÍF so sanniliga sínar møguleikar. Einar fýra góðar møguleikar kunnu fuglfirðingar telja upp í. Men alt í alt eitt góðtikið avrik hjá fuglfirðingum.

Sigurin kemur væl við hjá B36 eftir nøkur minni góð úrslit seinastu tíðina. Sigurin ger eisini, at B36 framvegis er millum liðini, sum elta oddaliðið HB.
Hóast B36 samanlagt hevði yvirtakið í dystinum, so hevði ÍF so sanniliga sínar møguleikar. Einar fýra góðar møguleikar kunnu fuglfirðingar telja upp í. Men alt í alt eitt góðtikið avrik hjá fuglfirðingum.
ÍF - B36 0-2 (0-1)
0-1, 38. Sjúrður Pauli Nielsen (sjálvmál)
0-2, 86. Brian Jacobsen
0-3, 90. Meinhard Egilsson Olsen