Arsenal snávaði aftur

Fýra dystir vóru í Premier League í gjár. Arsenal tapti í 2-1 fyri Brighton á útivølli, og hevur nú tapt báðar dystirnar, síðan byrjað var aftur eftir koronasteðgin. Í løtuni sær rættiliga torført út hjá Arsenal at náa evropeiskum fótbólti komandi kappingarár. Hjá Brighton vóru stigini sera kærkomin í stríðnum móti niðurflyting, og teir hava í løtuni fimm stig at geva av.

Leicester hevði undan korona ein langa røð av minni góðum úrslitum, og tað sum einaferð sá út sum eitt trygt evropeiskt pláss er als ikki so trygt longur. Leicester megnaði heldur ikki at fáa fult stigatal, tá ið teir vitjaðu Watford í gjár. Dysturin endaði 1-1. Watford hevur brúk fyri hvørjum einasta stig fyri at sleppa undan niðurflyting.

Wolverhampton vann 2-0 á West Ham og bjóðar nú veruliga av í stríðnum um pláss í Evropa. West Ham er hinvegin veruliga hótt av niðurflyting.

Í seinasta dystinum í gjár tapti Bournemouth 2-0 fyri Crystal Palace. Bournmouth er eisini partur av tætta niðurflytingarstríðnum, meðan Crystal Palace nærkast oddinum og m.a. farið fram um Arsenal og er komið ájavnt við Tottenham við 42 stigum. 

Í dag verða tríggi dystir:
Kl. 14.00 Newcastle - Sheffield United
Kl. 16-15 Aston Villa - Chelsea
Kl. 19.00 Everton - Liverpool

Stigatalvan