Eingin tungmálmur at hóma

 

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Brentford - Liverpool 3-1 (2-0)
Liverpool møtti ongantíð veruliga upp til dystin móti Brentford í London. Serliga fyrri hálvleikur var undir alt lágmark vánaligur, og hóast Liverpool hevði bóltin alla tíðina, so var tað væl ov virðuliga uppiborið, at Brentford førdi við tveimum málum til hálvleiks.

Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki spældi Liverpool við orku og ferð, og tað førdi til eitt mál. Men so fall Liverpool aftur niður í ferð og intensiteti og fór aftur at spæla í gangitempo.

Móti endanum av dystinum skoraði Brentford eitt mál afturat, og vit Liverpoolviðhaldsfólk mugu bara staðfesta, at enn er sera langt upp á tað støðið, sum  hevur eyðkent Liverpool undir Klopp.

----------------------------------------

Vit vónaðu, at Liverpool fór at taka seg saman eftir HM-endaspælið. Eftir ein fyri tað mesta góðan dyst móti Aston Villa vóru vónirnar eisini rímiliga góðar. 2-1 sigurin móti Leicester var kortini einki at reypa av, og í dag mugu vit bara staðfesta, at alt er ikki, sum tað eigur at vera í Liverpool.

Okkara menn høvdu bóltin næstan alla tíðina. Men tað er akkurát, sum um tað er einki bit var í álopinum. Alt gongur ógvuliga seint fyri seg, og serliga miðvøllurin minnir viðhvørt um innandura fótbólt hjá gomlum monnum. 

Sjálvur haldi eg, at Thiago er tann, sum ofta stendur veikast á miðvøllinum, og tað haldi eg eisini hann gjørdi í dag. Tað er tíverri sera lítil framdrift í spaniólanum, sum næraum altíð tekur einar fýra fimm nertingar, áðrenn hann spælir bóltin tvørtur um. Í dag var hetta eftir mínum tykki størsti truppulleikin hjá Liverpool í øllum dystinum, sæð burtur frá fimm teimum fyrstu minuttinum í seinna hálvleiki. 

Tá ið leikararnir á miðvøllinum og serliga innskifti Keita bráddiga beint eftir hálvleikin settu ferð á mitt fram eftir vøllinum og skaptu nakrar vandamiklar støður og fingu lagt eitt stórt trýst á verjuna hjá Brentford, var endin, at Oxlade-Chamberlein fekk bóltin í málið.

Tað var so tann góða løtan. So fóru okkara leikarar aftur fóru at hugna sær á vøllinum, og tað hendi lítið og einki fram eftir vøllinum restina av dystinum.

Longri frammi á vøllinum haltar eisini alvorliga, og vit mugu staðfesta at saknur er í teimum ótroyttiligu renningunum hjá Sadio Mane, sum hava latið verjurnar hjá mótstøðuliðnum upp seinnu árini. Orkan sær út til at mangla alla staðni á vøllinum.

Tað einasta, sum var eitt lítið sindur vandamikið móti málinum, vóru innleggini hjá Arnold, sum annars spældi sera vánaligt við sera lítlari ferð, har hann stundum nærmast gekk fram eftir í høgru síðu.

Klopp valdi annars at skifta tríggjar leikarar út í hálvleikinum, og tað var ikki ein for lítið. Tað kundi næsta verið ein og hvør, sum varð skiftur út, men valið fall á Elliot, sum framvegis fær ov lítið burtur úr, Tsmikas, sum hevur trupult við at spæla upp til støðið í Premier League, og heldur óvæntað Van Dijk, sum var tikin út, tí hann kendi til ein lítlan skaða.

Inn komu Keita, Robertson og Matip, sum fyrstu løtuna eftir steðgin gjørdi tað mun, áðrenn alt dalaði aftur.

Fyrri hálvleikur var so vánaligur, at eg næstan ikki tími at skriva um hann. Bólturin var rullaður spakuliga runt, og tað hendi avgjørt einki. Hinvegin endaði tað ofta við, at okkara leikarar skiftivís spældu bóltin til teir, og so gekk skjótt hinvegin, og tað førdi við sær fleiri hornaspørk. 

Hornaspørkini vóru vandamikil nærum hvørja ferð, tí at okkara sonuverja snøgt sagt stóð og svav, tá ið bólturin kom inn fyri. Tvær ferðir vóru mál kolldømd, meðan tvær ferðir var eingin hjálp at heinta frá dómarunum ella VAR.

Alt í alt hevur hetta verið eitt syndarligt kappingarár. Heavy metal fótbólturin, sum Klopp kallaði orkuríka spælið hjá Liverpool, er vekk. Í staðin minnir tað ofta um einkisigangi dansibandstónleik, har absolutt einki óvæntað hendir.

Miðvøllurin er ov gamal. Fabinho og Henderson eru ikki tað teir vóru. Ein Wynaldum-typa er stórliga saknað. Og eftir mínum tykki er Thiago partvíst eitt feilkeyp. Hóast fleiri sera góðar dystir, tá ið liðið spælir væl, so er tað ofta Thiago, sum seinkar spælinum, tá ið tað gongur illa móti tætt pakkaðum verjum. Harafturat var hann longu ov gamal, tá ið vit keyptu hann, og hann er sjálvandi heldur ikki vorðin yngri síðan.

Miðvøllurin hjá Liverpool má styrkjast, og vónandi eydnast at fáa minst ein orkuríkan rímiliga ungan miðvallarleikarar inn á liðið longu í hesum flytingarvindeyganum. Vit mangla bæði ein seksara og ein áttara.

Leygardagin kemur Wolves á vitjan í Liverpool, og tá mugu aðrir bollar í súpanina. Tá verður nýkeypti niðrulendski áleyparin Cody Gakpo helst klárur til sín fyrsta dyst fyri Liverpool.