Premier League næstan hvønn dag

Premier League byrjaði aftur mikukvøldið, tá ið tveir áður útsettir dystir vóru leiktir. Nú hava so øll liðini spælt 29 dystir, og 9 umfør eru eftir at spæla.

Restin av kappingini verður spæld frá í kvøld av til 26. juli, tá ið seinasta umfar verður spælt. Kappingin verður soleiðis skipa, at tað eru eingir áskoðarar til dystirnar, og tí er avgjørt, at allir dystir verða vístir í sjónvarpi, og eingin dystir verður spældur samstundis, sæð burtur frá seinasta umfari.

Fyribils er skráin løgd fram til 13. juli. Farið verður í gongd í kvøld, og tað verða dystir spældir næstan hvønn tann einasta dag. Tað verður bara fríggjadag, at eingir dystir verða spældir.

Dystir 30. umfar















Stigatalvan