Máltøknin kostaði Sheffield United sigurin

Tá ið Premier League byrjaði aftur í gjár varð tað ikki uttan onkra umstrídda støðu. 

Í málleysa javnleikinum millum Aston Villa og Sheffield United vístu sjónvarpsmyndirnar týðiliga, at málverjin hjá Aston Villa, Orjan Nyland, førdi bóltin inn um strikuna eftir eitt fríspark beint fyri steðgin.



Dómarin, Michael Oliver, fekk tó ongantíð nakað tekin frá máltøknini, at tað var mál. Máltøknin riggaði ikki, og tí varð málið ikki dømt.

Mistakið gjørdi helst, at Sheffield United helst misti tvey sera týðandi stig í stríðnum at koma út í Evropa. Hinvegin vann Aston Villa eitt týðandi stig í botnstríðanum.

Fyritøkan handan tøknina, Hawk-Eye, hevur biðið um umbering fyri mistakið.