Tveir dystir vóru í Premier League í kvøld. Tottenham og Manchester United spældi javnleik 1-1, og Southampton vann 3-0 á Norwich.
Í báðum dystum fóru leikararnir niður á knæ, tá ið dysturin byrjarði fyri at vísa stuðul til "Black Lives Matters rørsluna".
Mest spenningur var um stórdystin millum Tottenham og Manchester United, sum varð leiktur við ongum áskoðarum á Wembley. Hetta var eisini fyrstu ferð José Mourinho spældi móti Manchester United, síðan hann varð sagdur úr starvi í United.
Leingi sá út til, at Tottenham og Mourinho fóru at vinna dystin, eftir at Steven Bergwijn legði heimaliðið fram um, tá ið hann streyk fram við trimum United-verjuleikarum, og sendi eitt hart skot í málið. David de Gea átti helst at havt bjargað, men bólturin fór inn.
Manchester United var betra liðið í seinna hálvleiki. Paul Pogba kom á vøllin eftir ein tíma, og skaffaði United eitt brotsspark, tá ið hann varð feldur í brotsteiginum. Bruno Fernandes skoraði trygt til 1-1.
Dómarin dømdi eitt brotsspark afturat til Manchester United. Men avgerðin var kolldømt, eftir at VAR hevði hugt eftir støðuni.
1-1 úrslitið ger, at United framvegis er fýra stig framman fyri Chelsea, og menninir hjá Ole Gunnar Solskjær hava nú ikki tapt í 12 dystir.
Chelsea hevur ikki vunnið fýra teir seinastu dystirnar í Premier League, og tað er í løtuni torført at síggja, at teir verða við í Evropa komandi kappingarár.
Í hinum dystinum í kvøld vann Southampton á útivølli 3-0 móti Norwich. Danny Ings, Stuart Armstrong og Nathan Redmond skutu málini.