Vunnu uttan at skora

  
 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Leicester 2-1 (2-1)
Talan var so avgjørt ikki um nakað stórt fótbóltsupplivilsi, tá ið Liverpool vann sær trý stig móti Leicester á Anfield.

Leicester kom fram um beinanvegin eftir sera vánaligt verjuspæl hjá Liverpool, og hóast Liverpool ikki skoraði nakað mál, sum vunnu vit 2-1 takkað verið tveimum sjálvmálum hjá sama spælara.

----------------------------

Søgan hetta kappingarárið endurtók seg beinanvegin í dystinum. Øll verjan hjá okkum sigldi, tá ið Leicester sendi ein langan bólt fram. Van Dijk seldi seg, Henderson valdi ikki at taka eitt gult kort, og so kundi Dewsbury-Hall púra einsamallur við Alisson seta bóltin trygt í málið.

Liverpool hevði torført við at fóta sær, eftir at vera komið afturum, og verjuparturin var framhaldandi stóri trupulleikin. Tað var eingin javnvág á liðnum, og ein leikari sum Henderson sá út til at hava stórar trupuleikar.

Leicester kundi tað sama havt skorað okkurt mál afturat, men teir vóru ikki nóg neyvir. Hjá Liverpool ráddi bara um at koma til hálvleiks sum skjótast.

Men vit mugu bara ásanna, at fótbóltur er sera løgin viðhvørt, tí bráddliga var Liverpool komið fram um uttan at skora sjálvir.

Wout Faes hjá Leicester beindi fyrst bóltin í egið mál einaferð og so einaferð afturat. Fyrst eftir eitt innlegg frá Arnold, og síðan beini hann ein bólt í málið, sum stakk út frá stongini eftir eitt skot frá Nunez.

Hetta er bara fjórðu ferð ein leikari skorar tvey sjálvmál í sama dysti í Premier Leugue. Jamie Carragher er ein, sum hevur klára tað bragdið áður.

Seinni hálvleikur var eitt verri rót, og Liverpool hevði, sum so ofta í ár, ongantíð tamarhald á støðuni. Ikki tað, Leicester nyttaði heldur einki, og viðhvørt minti dysturin meira um ein dyst í einum skúlagarði.

Liverpool og serliga Darwin Nunez høvdu kortini ivaleyst av møguleikum at avgera dystin, men tað gongur bara ikki hjá Nunez at fáa bóltin í málið.

Samanumtikið ein dystur, har vit bara kunnu gleðast um tey trý stigini. Var tað ikki fyri tvey sjálvmál frá sama spælara, hevði dysturin skjótt fari í gloymibókina.