“Huldumál” eru komin fyri fyrr

Dagsins samtaluevni í føroyskum hondbólti er “huldumálið”, sum Neistin fekk móti VÍF í dag. Les meira her.

Fleiri søgdu eftir dystin, at slíkt er ikki komið fyri fyrr. Men ein skjót leiting á Google vísir okkum, at líknandi støður áður eru komnar fyri fyrr, og at vit gloyma nokk so skjótt.

Tað stuttliga er, at eins og í dag var báðu ferð talan um dystir millum Neistan og VÍF, og hvørja ferð hevur Neistin verið heimalið og havt ábyrgdina av dómaraborðinum

Eingin umdystur í 2017
Vit skulu bara trý ár aftur til 27. mars í 2017, tá ið dómaraborðið hjá Neistanum gav Neistanum eitt mál ov nógv í einum 25-25 javnleiki. In.fo skrivaði, at VÍF kærdi, og at tað kundi staðfestast, at Neistin ongantíð hevði skorað “huldumálið”.

Nakrar dagar seinni tann 7. apríl í 2017 skrivaði jn.fo, at aganevndin tók avgerð um, at dysturin ikki skuldi spælast av nýggjum. M.a. tí, at VÍF eftirfylgjandi hevði tikið kæruna aftur, og tí, at ein møguligur umdystur einki kom at broyta í endaligu støðuna í landskappingini. 


Í 2009 tók ítróttadómstólurin avgerð um umdyst
18. januar í 2009 var dómaraborðið hjá Neistanum eisini í fokus, tá ið VÍF vitjaði í Havn. Ta ferðina var eitt mál tikið frá VÍF í hálvleikinum . Dómsnevndin hjá HSF tók avgerð um, at dysturin skuldi spælast av nýggjum, Neistin kærdi avgerðina, og í úrskurði tann 18. mars 2009 staðfesti ítróttadómstólurin, at dysturin skuldi spælast av nýggjum.