U21-dreingirnir vísa vegin

U21-EM-undankapping 
Føroyar – Montenegro 1-0 (1-0) 
Aftur í dag spældu føroysku U21-dreingirnir ein frálíkan dyst. Okkara ungu dreingir vóru betri enn Montenegro, og úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar.

Sámal Erik Hentze hevur veruliga flutt U21-landsliðið rætta vegin, síðan hann tók yvir sum venjari fyrr í ár. U21-dreingirnir hava nú spælt fýra dystir, síðan farið var at spæla aftur eftir koronu, og spælið sær bara út til at gerast betri og betri fyri hvønn dyst.

Í dag var einki undantak, og Føroyar megnaðu at vera spælstýrandi meginpartin av dystinum. Hetta er ikki nakað vit eru vón at síggja, tá ið føroysk landslið spæla, og tað boðar veruliga frá góðum fyri framtíðina.

Serliga í fyrra hálvleiki stýrdu vit spælinum, og tá ið hálvur tími var spældur, legði Steffan Radosavljevic Føroyar fram um, tá ið hann fekk fótin á eitt innlegg frá Adrian Justinussen úr vinstru síðu.

Í seinna hálvleiki fóru Føroyar eitt sindur longri aftur á vøllin og lótu montonegrar hava bóltin. Okkara dreingir kláraðu tó at halda gestunum frá teimum stóru møguleikunum, og so við og við komu Føroyar betri við aftur í dystin.

Seinasta hálva tíman hevði Føroyar gott tamarhald á støðuni, og Føroyar vóru nærri við at økja enn at montenegrar at javna.

Fleiri føroyskir leikarar vóru eyðsýndir. Málskjúttin Steffan Radosavljevic spældi væl, Hjalti Kárason Djurhuus spældi aftur ein góðan dyst á miðvøllinum, Rói Zachariasen stóð aftur væl í málinum, og Daniel Johansen, sum kanska var besti føroyski leikarin í dag, var sera bólttryggur og eyðsýndur allan dystin.

Sera flott av føroysku U21-dreingjunum, og vit gleða okkum til meira.

U21-EM-undankapping
Føroyar – Montenegro 1-0 (1-0)
1-0, 29. Steffan Radosavljevic
Dysturin á uefa.com