Betri Deildin hjá monnum: HB - AB 11-0 (5-0)
11-0 til HB móti AB stóð á máltalvuni á Tórsvølli, tá ið dómarin ikki tímdi meira, og bríkslaði dystin av í somu løtu, sum 90 minuttir vóru spældir
Hetta er størsti sigurin í bestu deildini, síðan B36 í 2001 vann 15-0 á FS Vágum, og sambært FM1 hevur HB ikki vunnið so stóran sigur í bestu deildini síðan 1971.
AB tímdi ikki at spæla
At munurin er so stórur, er sjálvandi ikki gott fyri føroyskan fótbólt. Men hvat verri er, er at AB-ararnir als ikki tímdu at spæla á Tórsvølli í kvøld, teir sóu nærmast út til at vera bangir fyri HB-maskinuni longu áðrenn dysturin byrjaði.
Hetta var heilt einfalt skomm av argjamonnum, sum mugu fara heim at skamma seg um tað elendiga avrikið í kvøld. Har var einki at koma eftir hjá argjamonnum í kvøld. Eingin vilji, eingin orka og eingin hugur at spæla.
HB betri málúrtøku enn KÍ
Fyri HB var hetta ikki so frætt sum ein venjingardystur, og tað er ringt at siga, hvat HB fekk burtur úr dystinum, annað enn, at HB nú hevur betri málúrtøku enn KÍ.
Eisini fekk Daniel Johansen fimm upplegg til mál. Besti vinstri álopsbakkur í føroyskum fótbólti slapp ferð eftir ferð ótarnaður at leggja bótin innfyri, og tá ið Daniel fær so góðan frið at leggja inn fyri, so eru innleggini altíð góð, og tá ið verjan hjá AB so heldur ikki gjørdi nakað serligt fyri at koma fyrst á innleggini, so var lætt hjá álopsleikarunum hjá HB at skora. Hesum gjørdu serliga Mikkel Dahl og Dan í Soylu sær dælt av og skoraðu hvør síni trý mál.
Adrian í gongd aftur
Eisini nýtti HB høvið at skifta tríggjar leikarar inn, sum hava verið skaddur í eina tíð. Delphin Tshiembe, Adrian Justinussen og Tróndur Jensen fingu allir kærkomnar minuttir í beinini, og hópurin hjá HB tykist nú so stórur, at teir eru sera væl mannaðir at fara undir endaspurtin í landskappingini, og at fara út Evropa at umboða Føroyar.
Og so skal sjálvandi nevnast, at Adrian beinanvegin vísti, at hann enn hevur góðsku í skotunum, hóast hann hevur verið skaddur í einar tveir mánaðir. Tað gingu 14 minuttir frá tí, hann kom á vøllin, til hann sendi fyrsta langskotið í málið, og fýra minuttir skoraði hann aftur upp á langskot.
Betri Deildin hjá monnum:
Og so skal sjálvandi nevnast, at Adrian beinanvegin vísti, at hann enn hevur góðsku í skotunum, hóast hann hevur verið skaddur í einar tveir mánaðir. Tað gingu 14 minuttir frá tí, hann kom á vøllin, til hann sendi fyrsta langskotið í málið, og fýra minuttir skoraði hann aftur upp á langskot.
Betri Deildin hjá monnum:
HB - AB 11-0 (5-0)
1-0, 5. Mikkel Dahl
2-0, 11. Mattias Nygaard
3-0, 24. Bartal Wardum
4-0, 34. Mikkel Dahl
5-0, 45. Sjálvmál (Jákup Pauli Breckmann)
6-0, 48. Mikkel Dahl
7-0, 51. Dan í Soylu
8-0, 65. Dan í Soylu
9-0, 84. Adrian Justinussen
10-0, 88. Adrian Justinussen
11-0, 90. Dan í Soylu
1-0, 5. Mikkel Dahl
2-0, 11. Mattias Nygaard
3-0, 24. Bartal Wardum
4-0, 34. Mikkel Dahl
5-0, 45. Sjálvmál (Jákup Pauli Breckmann)
6-0, 48. Mikkel Dahl
7-0, 51. Dan í Soylu
8-0, 65. Dan í Soylu
9-0, 84. Adrian Justinussen
10-0, 88. Adrian Justinussen
11-0, 90. Dan í Soylu