Betri Deildin hjá monnum: NSÍ - Víkingur 1-2 (0-1)
Klæmint ikki skorað í átta dystir
Víkingur kom á odda í fyrra hálvleiki, tá ið stórskjúttin hjá NSÍ, Klæmint Olsen, var so óheppin at beina bóltin í egið mál.
Hetta hevur higartil ikki verið kappingarárið hjá Klæminti Olsen. Hann hevur, um vit telja steypakappingina við, ikki skorað seinast átta dystirnar, og tað man verða ein tann longsti málturkurin hjá Klæminti í nógv ár. Tað er lætt at hugsa sær til, at um Klæmint fekk síni vanligu mál, so hevði NSÍ verið heilt frammi í oddinum, tí NSÍ hevur skotið nógv færri mál enn HB, KÍ og B36 higartil í ár.
Hendingaríkur endi
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá ið nýggi danski leikarin hjá NSÍ, Jesper Christjansen skallaði eitt hornaspark í málið.
NSÍ var fyri tað mesta spælstýrandi í seinna hálvleiki, men tað var Víkingur, sum kom á odda 2-1, tá ið Ari Olsen skoraði í 75. minutti.
Endin á dystinum var sera hendingaríkur. Fyrst fingu Bárður Hansen hjá NSÍ og Gert Hansen, hjálparvenjari hjá Víkingi reytt kort, eftir at teir fóru til hendurs uttanfyri síðulinjuna.
So dømdi Rúni Gaardbo brotsspark til NSÍ. Eitt av tí bíliga slagnum, sum ikki sá út til at vera neyðugt at døma. Petur Knudsen fekk gylta møguleikan at tryggja NSÍ eina stigið, men Elias Fagrá bjargaði, og harvið brendi Petur Knudsen brotsspark móti Víkingi annan dystin á rað.
Við ósigrinum er NSÍ endaliga úti úr meistarastríðnum. Møguleiki er framvegis at koma við í stríðið um plássini í Europa League, men tað verður alt annað enn lætt, tí KÍ og B36 er sera væl spælandi í løtuni.
Betri Deildin hjá monnum: NSÍ - Víkingur 1-2 (0-1)
0-1, 26. sjálvmál1-1, 48. Jesper Christjansen