Leipzig móti Paris í hálvfinaluna


Champions League: RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)
Týska felagið RB Leipzig spældi seg í kvøld í hálvfinaluna í Champions League fyri fyrstu ferð. Teir vunnu 2-1 í fjórðingsfinaluna móti Atletico Madrid. 


Atletico Madrid spældi í vanligum verjukendum stíli í fyrra hálvleiki, og sum vanligt stóð verjan væl, og Leipzig hevði sera torført við at koma til møguleikar móti einum av heimsins bestu verjum.

Í seinna hálvleiki legði Dani Olmo beinanvegin Leipzig fram um, og so vendi dysturin, og vit sóu, at Atletico eisini dugir at loypa á.

Unga portugisiska stjørnuskotið Joao Felix setti lív í álopið hjá Atletico, og tað var eisini hann, sum var feldur í brotsteiginum, tá ið Atletico í 71. minutti fekk brotsspark. Felix skorði sjálvur, og nú stýrdi Atletico spælinum á vøllinum.

Tað var kortini RB Leipzig, sum fekk seinasta orðið í dystinum. Tveir minuttir fyri tíð skoraði Tyler Adams eftir eitt frálíkt mótálop, og so var Atletico revsað av sínum egna vápni.

Í hálvfinaluni skal Leipzig spæla móti Paris Saint-Germain, sum í gjárkvøldið í yvirtíðini vendi hóttandi 1-0 ósigri móti Atalanta til ein 2-1 sigur.