Bayern eyðmýkti Barca


Champions League: 
Barcelona - Bayern München 2-8 (1-4)
Tað er ikki bara í Føroyum, at stórsigrar eru fyri tíðina. Í fjórðingsfinaluni í Champions League í kvøld bukaði Bayern München katalonska stórfelagið Barcelona  av 8-2, og hesin ósigurin fer helst at svíða í Barcelona i langa tíð.

 

 Tað gjørdist sanniliga talan um ein undirhaldandi dyst við góðum álopum og vánaligum verjum, tá ið risarnir Barcelona og Bayern München møttust í kvøld. 

Dysturin byrjaði við fullari ferð. Barcelona náddi næstan at fáa ein stóran møguleika, áðrenn Bayern fór í skjótt mótálop, og eftir gott samspæl millum Thomas Müller og Robert Lewandowski skoraði Müller, sum ikki einaferð í einum týðandi dysti,

Barca svaraði tó beinanvegin aftur, tá ið teir enn einaferð funnu pláss aftan fyri verjuna hjá Bayern, og endin var David Alaba sendi bóltin í egið mál.

Beint eftir sendi Messi ein bólt innfyri, og Sergio Busquets náddi akkurát ikki at seta høvdið á bóltin, sum fór víðari og tók stongina.

Barcelona so líkt, so royndu teir at spæla seg út av egnari hálvu, eisini hóast tað miseydnaðist alt ov ofta. Hinvegin so var eisini gott pláss hjá Barcelona at loypa á, tá ið teir komu fram um trýstið frá Bayern.

Barcelona kundi faktiskt gott hava lagt seg fram um nakrar ferðir. Men so svaraði Bayern aftur. 

23 minuttir vóru spældir, tá Barcelona misti bóltin á egnari hálvu. Bayern spældi bóltin út í vinstru síðu til Perisic, sum við einum hørðum skoti skoraði úr spískum.

Barcelona royndi at svara aftur, og kom framvegis lættliga inn um verjuna hjá Bayern uttan úrslit. Í hinum endanum var víðopið í verjuni hjá Barcelona, og við tveimum skjótum málum avgjørdi Bayern reelt dystin. Fyrst skoraði Serge Gnabry eftir gott samspæl við Leon Goretzka, og so var Thomas Müller aftur á røttum stað og beindi eitt flatt innlegg í málið, og tá vóru bara 31 minuttir spældir.

Ellivu minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá ið Luis Suarez gav Barcelona eina lítla vón. Messi legði ein góðan bólt út til Jordi Alba, sum spældi inn til Suarez, ið við eini skotfintu setta Boateng av og skoraði við vinstra beini.

Vónin hjá Barcelona vardi bara eina lítla løtu, so rak 19 ára gamli Alphonso Davies hjá Bayern frá hornaflagginum heilt inn undir málið, har hann legði bóltin fyri føturnar á Joshua Kimmich, sum gjørdi tað til 5-2.

Hesaferð megnaði Barcelona ikki at svara aftur, og tað gjørdist upp aftur píniligari hjá Barcelona, ja rein eyðmýking. 

Fyrst skoraði Lewandowski, tá ið Philippe Coutinho spældi hann leysan, og so skoraði Coutinho sjálvur tvey mál afturat til endaliga úrslitið 8-2.

Bayern München er í hálvfinaluni, har teir helst møta Manchester City, sum øll væntað vinnur á Lyon í seinastu fjórðingsfinaluni í annaðkvøld.