Manchester City - Olympique Lyon 1-3 (0-1)
Manchester City var stórfavorittur at vinna seinastu fjórðingsfinaluna í Champions League í ár. Men tað gekk ikki akkurát, sum øll høvdu væntað. Lyon tók alt og øll á bóli og vunnu 3-1.
Lyon kom fram um
Lyon var óvæntað væl við í dystinum, og tá ið 24 minuttir vóru spældir, fór franska liðið í skjótt mótálop. Í fyrsta umfari eydnaðist einum City-verjuleikara at takla ein næstan frían leikara hjá Lyon, men bólturin støkk til Maxwel Cornet, sum skjeyt uttan um málverjan, ið var komin langt úr málinum, og so var óvæntað 1-0 til Lyon.
Lítið bit í City
Nú hevði City bóltin meira, men tað gekst illa at skapa nakrar veruligar møguleikar. Hinvegin var Lyon av og á vandamikið í mótálopunum.
Seinni hálvleikur helt fram sum fyrri. City hevði bólitin, meðan Lyon lá og lúrdu upp á skjót mótálop.
Tað var tó bara sjáldan, at City var vandamikið. Fyrsta skotið á málið hjá Lyon var eitt fríspark frá Kevin De Bruyne, tá ið eitt korter var spælt, men tað voldi málverjanum ongar trupulleikar. Løtu seinni var fríspark í upp aftur betri støðu, men hesaferð skjeyt De Bruyne upp um.
City javnaði
City hevði bóltin meira og meira, sum hálvleikurin leið, og Lyon megnaði als ikki at halda upp á bóltin. Tá ið 69 minuttir vóru spældir bragdaði hjá City. Rahem Sterling var sendur avstað, staddur við baklinjuna til vinstru fyri málið, legði hann út frá til De Bruyne, sum sendi eitt flatt skot í málið.
Nú var væntandi, at City fór at fara við sigrinum, og City gjørdist eisini naskari og naskari. Gabrial Jesus noyddi málverjan at bjarga einum góðum skoti, og sami Jesus rakti ikki bóltin ordiliga, tá ið hann royndi at flukta ein bólt frá Sterling.
Mál hjá Lyon mátti VAR-kannast
Og so hendi tað, sum ikki mátti henda fyri City. 79 minuttir vóru spældir, tá ið Lyon fór í mótálop og lumpaði rangstøðufelluna hjá City. Karl Toko Ekambi, sum var rangstaddur, lat bóltin fara millum beinini, og Moussa Dembele gjørdist púra leysur og skoraði. Málið mátti VAR-kannanst, men var góðkent.
Sterling brendi upp á tað skammiligasta
City fekk sín møguleika at javna. Jesus sendi ein bóltin tvørtur um málið. Men Sterling sendi bóltin upp um staddur fimm metrar frá tóma málinum.
Dembele fyri aðru ferð
Og so avgjørdi Lyon dystin, og aftur var tað Dembele, sum skoraði, eftir at Ederson í City-málinum, ikki helt einum langskoti.
City riggar ikki í Champions League
Heilt óvæntað hevur Lyon spælt seg í hálvfinaluna í Champions League, har teir møta stórfavoritunum Bayern München. Tað verður ein stórur biti hjá Lyon, sum endaði nummar sjey í fronsku kappingini. Men teir hava vunnið móti bæði Juventus og Manchester City, so hví ikki Bayern
Fyri Manchester City og venjaran Pep Guardiola er hetta einki minni enn ein katastrofa og enn eitt vónbrot í Champions League, sum barasta ikki er kappingin hjá Manchester City.
Tvey fronsk lið og tvey týsk lið eru í hálvfinalunum. Í hinari hálvfinaluni møtast Paris Saint Germain og RB Leipzig.
Dysturin á uefa.com