UEFA, Champions League, 2. undanumfar
Young Boys – KÍ 3-1 (0-0)
Hóast Young Boys hevði bóltin nógv mest í fyrra hálvleiki, so megnaði KÍ at halda Young Boys frá møguleikum fyri steðgin. Í hinum endanum hevði KÍ tann besta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá ið Ole Erik Midtskogen var spældur leysur í dýpdina og kom leysur móti málinum úr vinstru síðu, men skotið fór beint á málverjan.
Seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal, tá ið Young Boys skoraði upp á sín fyrsta veruliga møguleika. Ein frálíkur bóltur varð lagdur inn fyri, og har kom Jean-Pierre Nsame upp um Oddmar Færø og skallaði bóltin í málið.
Seks minuttir seinni skoraði Young Boys aftur. Jóannes Kalsø Danielsen kláraði ikki at sparka bóltin burtur, og so gjørdist Miralem Sulejmani leysur til vinstru fyri málið og skoraði.
Nú hildu øll, at dysturin var avgjørdur. Men júst innskifti 18 ára gamli Jonn Johannesen setti tó spenning í dystin aftur í 78. minutti. Jonn rann í eyðkendum stíli inn í málteigin við handaru stong og var fyrstur á einum frálíkum frísparki frá Jóannes Bjartalíð úr vinstru síðu og beindi bóltin í málið.
Gleðin var tó stokkut. Tveir minuttir seinni gjørdi Nicolas Moumi Ngamaleu tað til 3-1 og hesaferð kom KÍ ikki aftur í aftur.
KÍ er úti úr Champions League, men sleppur at halda fram í Europa League.
UEFA, Champions League, 2. undanumfar: Young Boys – KÍ 3-1 (0-0)
1-0, 51. Jeanne-Pierre Ensame
2-0, 57. Mirael Sulejmani
2-1. 79. Jonn Johannesen
3-1, 82. Nicolas Moumi Ngmaleu
Dysturin á uefa.com