HB trívist framvegis væl á Tórsvølli

Betri Deildin hjá monnum: HB - NSÍ 4-0 (2-0)

HB var frá byrjan av nógv betri enn gestirnir úr NSÍ. HB var betri í øllum lutum, og 4-0 sigurin var ikki eitt mál ov stórur.

Í fjør vann HB føroyameistaraheitið í stórum stíli, og serliga seinna part av kappingini á Tórsvølli stórspældi meistaraliðið.

Í ár vann HB eisini fyrsta heimadystin á Tórsvølli móti NSÍ. Síðan tá hevur HB ongan topp-5 dyst vunnið.

í kvøld var HB aftur á Tórsvølli, og HB spældi sum um tjóðarleikvøllurin framvegis er teirra suvereni heimavøllur.

Álopsspælið hjá HB fleyt væl
HB var betri enn NSÍ frá byrjan til endan. Tað sá út til, at HB veruliga hugnaði sær á tí stóra leikvøllinum, og teir dugdu sera væl at brúka góða plássið.

Longu í triðja minutti legði toppskjúttin í landskappingini, Mikkel Dahl, HB fram, eftir gott forarbeiði frá Adrian Justinussen í í høgru síðu.

NSÍ kom ongantíð fyri seg í dystinum. Fimmans verjan riggaði ikki, og longu áðrenn NSÍ skifti til eina fýramans verju, hevði Hilmar Leon Jakobsen skallað HB fram um, eftir gott innlegg frá Hera Mohr.

HB spældi við tveimum áleyparum, Mikkel Dahl og Hilmar Leon Jakobsen. Serliga Hilmar Leon sá út til at koma nógv meira til sín rætt sum miðáleypari enn sum álopsvongur.

Hjá HB var lætt at fáa alt at rigga móti tama NSÍ-liðnum. Heðin Hansen stýrdi verjupartinum væl, mitt á miðjuni stórspældi René Shaki Joensen saman við Dan í Soylu, sum sær út til at vera komin á lagi aftur eftir skaðan fyrr í ár.

Heilt frammi sá Mikkel Dahl út til at trívast væl við at leita sær út í stóru fríu økini aftanfyri bakkarnar hjá NSÍ, og málvandamikli áleypari spældi ein av sínum heilt góðu dystum.

Ein annar, sum spældi sera væl, var Heri Mohr. Eingin slapp fram við honum, og í seinna hálvleiki legði hann upp til enn eitt mál. Hesaferð skallaði Mikkel Dahl sera neyva innleggið í málið.

Innskifti Steffan Radosavljevic gjørdi tað til 4-0 stutt fyri leiklok.


NSÍ ikki í Evropa - HB er nær við
Fyri NSÍ merkir ósigurin, at tað nærum verður ómøguligt at koma fram á triðja plássi, sum tryggjar evropeiskan fótbólt komandi ár. So runavíkingar mugu nú leggja alt í steypakappingina, um teir ætla sær í Evropa.

HB fór í sigrinum upp á triðja plássið fram um grannarnar úr B36, og tá hevur HB eisini spælt tveir dystir færri.

HB hevur átta dystir eftir, og tá ið hugsað verður um, at seks av hesum eru móti liðum úr botn-5, so liggur HB væl fyri at tryggja sær evropeiskan fótbólt gjøgnum landskappingina.


Betri Deildin hjá monnum
HB - NSÍ 4-0 (2-0)
1-0, 3. Mikkel Dahl
2-0, 18. Hilmar Leon Jakobsen
3-0, 55. Mikkel Dahl
4-0 85. Steffan Radosavljevic
Dystartøl á FaroeSoccer