HB mátti stríðast móti sundalagsmonnum

Betri Deildin hjá monnum
HB - EB/Stremur 4-1 (1-1)


HB mátti stríðast móti sundalagsmonnum, sum stóðu væl á vøllinum og vóru sera effektivir við at skora upp á einasta veruliga málmøguleikan.

Spælið hjá HB var seint og stirvið. Í seinni hálvleiki kom tó eitt sindur meira ferð og hugflog á spælið, og til endans vann HB uppiborið 4-1.

Sum væntað so hevði HB bóltin, og EB/Streymur vardi á Tórsvølli í kvøld. Fyrstu løtuna gekk tó illa at koma til nakrar veruligar møguleikar hjá havnarmonnum.

EB/Streymur við fimm monnum í verjuni vardi tætt og hart. Eina ferð var takklað so hart, at Heðin Hansen í verjuni hjá HB meiddi seg so mikið, at hann mátti skiftast út, og Hørður Askham kom á vøllin.

Eisini skuldi Ári Arge hjá sundalagsmonnum vera glaður fyri, at hann ikki fekk annað gula kortið, tá ið hann takklaði ein HB-ara á veg í gjøgnum í høgru síðu.

EB/Streymur helt seg til sítt konsept. Vardu væl og royndu at gerast vandamiklir í skjótum mótálopum.

Um miðjan fyrra hálvleik var einki, sum bendi á, at HB fór at bróta verjuna hjá EB/Streymi niður. Hugflogið var ikki nóg gott, tó at tað nakrar ferðir eydnaðist at lyfta bóltum inn um verjuna, men nakra veruliga atsókn var ringt at fáa eyga á.


Tvey skjót mál
Beint sum tað sá út til, at eydnast gestunum at fara til hálvleiks við 0-0, so bragdaði hjá HB. Bartal Wardum kom úr miðverjuni fram við og legði ein bólt beint fram eftir vøllinum inn í 16 meturin, og umvegis onkran HB-ara og onkran sundalagsmann endaði bólturin hjá Pætur Petersen, sum hamraði bóltin í málið.

Í móti allari leikgongd eydnaðist kortini sundalagsmonnum at javna í næsta álopi. Eitt fríspark varð sent úr vinstru inn í brotsteigin, og har var endin, at Gutti Dahl Olsen beindi bóltin í málið.

Snópisligt hjá HB, men flott av EB/Streymi, sum allan fyrra hálvleiki hevði dystin akkurát har, teir vildu hava hann.


Leingi spenningur í
Tað var kanska væntað, at HB fór at koma inn á vøllin sum eitt ódnarveður, men so var ikki. HB spældi í sama seina tempo, og tað sá lætt út hjá EB/Streymi at verja.

Tað tykist tó, at HB legði meira bóltar inn fyri, og tað var júst eftir ein sovorðnan, at HB legði seg fram um aftur. Mikkel Dahl skallaði, málverjin bjargaði, og so var Pætur Petersen aftur á blettinum.

HB gjørdist nú meira ágangandi, og eina løtu sá út til at vera spurningur um tíð, áðrenn HB fór at økja.

EB/Streymur reið tó stormin av sær, og HB fór niður aftur í ferð. Stuttligt var at síggja, hvussu liðskiparin og verjugeneralurin, Andras Olsen stýrdi sínum monnum, og syrgdi fyri, at teir ikki fóru ov langt fram á vøllin, sum jú hevði verið tað reina sjálvmorð.
'
Perlumál avgjørdi
Tá ið eitt korter var eftir kom veteranurin Bárður Olsen á vøllin hjá EB/Streymi í eini roynd at koma longri fram á vøllin. Nakrar minuttir seinni kom fyrrverandi stórskjúttin Arnbjørn Hansen eisini á vøllin. Men hann náddi kortini ikki at nerta bóltin, áðrenn HB avgjørdi dystin.

Bólturin fall fyri Dan í Soylu uttan fyri brotsteigin, og meðan viðhaldsfólkini hjá HB ýldu “skjót”, so skeyt sandingurin bóltin í ein boga upp um málverjan og í málið. Eitt veruligt perlumál.

Í yvirtíðini økti Steffan Radosavljevic til 4-1, tá ið Pætur Petersen spældi hann leysan eftir skjótt mótálop

Ein fult uppiborin HB-sigur, tó at EB/Streymur stóran part av dystin um vardi sera væl. Munurin á góðskuni á liðunum er bara ov stórur til, at sundalagsmenn hava nakran sum helst møguleika at hótta sera væl mannaða liðið hjá HB.

Betri Deildin hjá monnum
HB - EB/Streymur 4-1 (1-1)

1-0, 44. Pætur Petersen
1-1, 45. Gutti Dahl Olsen
2-1, 53. Pætur Petersen
3-1, 83. Dan í Soylu
4-1, 90. Steffan Radosavljevic
Dysturin á fsf.fo