HM-undanbólkur F:
Føroyar – Eysturríki 0-2 (0-1)
Føroyar spældu í veruleikanum ein rættiliga góðan landsdyst móti Eysturríki á Tórsvølli í kvøld. Vit vóru við í dystinum. Ja, vit vóru faktiskt væl við í dystinum, og bjóðaðu Eysturríki upp til dans.
Tað var ikki beinleiðis óvæntað, at føroyska liðið legði so nógv fyri frá byrjan. Tað er sæð fyrr, hóast tað sjáldan um ikki ongantíð hevur eydnast at fáa nakað burtur úr.
Í kvøld kláraðu okkara menn tó í nógv størri mun at halda fram at trýsta høgt á vøllinum gjøgnum allan dystin, og tað var hugaligt at síggja, hóast vit taptu 2-0.
Kundu ført 3-0
Trýstið langt frammi á vøllinum fyrst í dystinum eydnaðist so væl, at Føroyar fingu nokk av møguleikum til, at Føroyar í veruleikanum áttu at verið komnar framum. Tríggjar góðar møguleikar varð tað til, men René Shaki Joensen og Jóan Símun Edmundsson gjørdu ikki gagn av góðu møguleikunum.
Sum tað plagar
Í staðin hendi akkurát tað sama sum móti Ísrael herfyri. Í fyrsta mótálopinum eydnaðist Eysturríki at skora. Kanska vóru okkara menn ov djarvir. Vóru komnir ov langt fram á vøllinum, og so gekk skjótt fyri seg at fáa bóltin fram í høgru síðu, og so innfyri og í málið.
Føroyar fall tó ikki í fátt hesaferð, og allan fyrra hálvleik hildu okkara menn fram at vera veruliga við í dystinum. Hetta hóast dómarin gjøgnum allan dystin hevði hug at døma øll tey lítlu fríspørkini til Eysturríki, meðan tað skuldi munandi meira til hjá Føroyum at fáa fríspark.
Hallur og Brandur disiplineraðir
Her er vert at nevna, at føroyska liðið, og tá hugsi eg serliga um Brand Hendriksson og Hall Hansson, tykjast at vera munandi meira fokuseraðir og disiplineraðir nú, enn áðrenn Håkan Ericson gjørdist landsliðsvenjari.
Håkan segði eisini, tá ið hann tók við sum landsliðsvenjari, at hann hevði ein svenskan ítróttasálarfrøðing í venjarahópinum, tí hann hevði lagt merkið til, at fleiri føroyskir leikarar brúktu ov nógva orku negativt.
Og tað hevur so sanniliga hjálpt, tí nú síggjast hvørki Brandur ella Hallur brúka orku upp á at skeldast við alt ov øll á vøllinum.
Eingin veruligur málskjútti
Eitt annað, sum gerst meira og meira greitt, er, at Føroyar hava trupult við at skora mál.
Í kvøld var eingin veruligur málskjútti á vøllinum. Jóan Símun er meira ein órógvandi áleypari, sum rennur og stríðist, men tað nakar veruligur stórskjútti er hann ikki.
Tí er trupult hjá Føroyum at skora mál fyri tíðina, sg her er nakað hjá Håkan at arbeiða við. Tað eru jú málini, ið telja.
Vandamikil útspørk
Tað vandamiklasta álopsvápni hjá Føroyum vísti seg at vera útspørkini frá Teiti Gestsson, sum nú hevur sett seg á plássið millum stengurnar.
Tað sá út til, at tað var tilvitað og væl vant, at málspark og onnur útspark skuldu sparkast fram í høvdið á Jóan Símun ella Gunnari Vatnhamar, og so skuldu serliga veingirnir, René og Ári Mohr Jónsson koma rennandi í djúpdina, og skapa vandastøður.
Tað eydnaðist eisini so mikið væl, at í seinna hálvleiki, settu eysturríkarar ein leikara at órógva útspørkini hjá Teiti, hvørja ferðir hann skuldi gyppa.
René spældi framúr
René kann spæla alla staðni, og í kvøld var hann á høgra veingi. Hann fekk gult kort longu tíðliga í dystinum, og so óttaðust tey flestu, at hann aftur kundi enda við at fáa reytt kort. Men so var ikki, og René spældi kanska sín besta landsdyst nakrantíð.
Hóast hann spældi yvirav stjørnuleikaranum David Alaba, so vaks sjálvsálitið hjá René bara gjøgnum allan dystin, og serliga í seinna hálvleiki spældi hann framúr, og sjáldan hava vit sæð ein føroyskan landsliðsleikara vera so bólttryggjan og hugna sær so nógv á vøllinum.
Alt bar til hjá René, áðrenn Håkan í 67. minutti skilagott valdi, at skifta René út, áðrenn hann fekk sítt seinna gula kort.
Ári bjóðaði seg fram
Á hinum veinginum, vinstru megin, slapp Ári Mohr Jónsson at royna seg. Eitt sindur síðan vit veruliga hava sæð hann á landsliðnum. Men hann tók veruliga av møguleikanum, og tað skal ikki undra, um hann far afturval næsta dyst. Sterkur og kvikur er Ári, og tað eru hentir eginleikar, tá ið spælt verður á hægsta altjóða stigi.
Eysturríki betri í seinna hálvleiki
Tíverri varð dysturin longu avgjørdur stutt eftir hálvleik. Beint eftir eina góða føroyska atsókn, megnaði okkara verja ikki at rudda bóltin burtur, og so vóru eysturríkarar eisini hepnir, tá ið eitt langskot rakti ein føroyskan leikara, og lumpaði Teit í málinum.
Eftir hetta hevði Eysturríki tamarhald á dystinum. Okkara menn fullu kortini ongantíð í fátt, men tað var longri millum føroysku atsóknirnar, og var tað ikki fyri nakrar góðar bjargingar frá Teiti, so kundi Eysturríki eisini ført meira.
Hannis slapp at renna kapp við Alaba
Móti endanum av dystinum vóru fleiri útskiftingar framdar, og tað mest áhugaverda var, at Hannis Agnarsson kom á vøllin fyri landsliðið á fyrsta sinni.
Kviki B36-arin, segði undan dystinum, at hann droymdi um at renna kapp við Alaba, og tað slapp hann eisini beinanvegin. Hannis var kvikari, men Alaba var sterkari og snildari og vann í tvídystin teirra millum.
Seinni í dystinum hevði Hannis eina atsókn, tá ið hann við baklinjuna rak fram við fleiri eysturríkarum inn í brotsteigin og legði bóltin inn fyri til eina vandamikla støðu.
Soleiðis má avrikið vera hvørja ferð
Altíð keðiligt at tapa. Men tað er nógv stuttligari at hyggja, tá ið vit veruliga bjóða hinum liðnum av. Tað gjørdu vit í kvøld takka verið stríðsvilja, fokus og disiplin.
Enn er kortini nógvur munur á okkum og stóru londunum í Evropa, og tað kemur tað helst altíð at verða. Tí er ófrávíkiliga kravið til okkara menn, at teir stríðast fyri land og tjóð. Gera teir ikki tað, so hendir tað, sum hendi móti Ísrael.
Týskvøldið skulu vit so dystast móti Skotlandi við Andy Robertson á odda. Hvør veit, um vit kunnu taka skotar á bóli? Til tess krevst tó, at stríðsviljin er tann sama sum í kvøld, og so hevði verið gott, um hepnið eisini smílti til okkum.
HM-undanbólkur F:
Føroyar – Eysturríki 0-2 (0-1)
0-1 26. Konrad Laimer
0-2 48. Marcel Sabitzer
Dysturin á uefa.com