Sleptu hondbremsuni í seinna hálvleiki

EM-undanbólkur 2 hjá kvinnum:
Føroyar - Danmark 19-39 (5-18)
Vit vistu, at mótstøðan hjá okkara hondbóltskvinnum var sera sterk, nú donsku hondbóltskvinnurnar vitjaðu í høllini á Hálsi. Vónirnar vóru tó til staðar, at vit fóru at geva mótstøðuliðnum ein lítlan hvøkk.

Men tað gjørdist ongantíð spenningur um nakað sum helst. Munurin á góðskuni á liðunum, var heilt einfalt risa stórur, og tá ið hvørki okkara kvinnur ella spæliætlanin tyktist klár at spæla móti danska landsliðnum, so var einki at gera.

Kláraðu ikki at fylgja við kvika danska spælinum
Danmark rann Føroyar niður frá fyrsta bríksli. Vit kláraðu hvørki at fylgja við ferðini í verju ella álopi.

Verjan hekk ikki saman, og leikararnir stóðu ov nógv á hælinum, og tí var sera lætt hjá kviku donsku leikarunum at leggja trýst á verjuna, og síðan spæla seg í gjøgnum. Ofta var hetta gjørt í skjótálopum, har okkara als ikki náddu upp á pláss, áðrenn bólturin lá í málinum.

Annika Petersen í málinum hevði nakrar bjargingar at byrja við. Men við so lítlari hjálp frá verjuni, var heldur einki at gera hjá henni, og málini rapaðu inn.

Í álopinum megnaðu føroysku kvinnurnar heldur ikki at fáa nóg nógva ferð á spælið til at hótta donsku verjuna, sum als ongar trupulleikar hevði at verja fyri føroyska álopsspælinum. Nógvir tekniskir feilir fyrst í dystinum gjørdu ikki støðuna betri.

Vánaliga føroyska avrikið gjørdi, at Danmark førdi 10-2, tá ið eitt korter var spælt, og í hálvleikinum var støðan 19-5.

Eingi skjótálop
Tað tyktist, sum um ætlanin hjá okkara venjarum, var at fáa ferðina úr dystinum. Men úrslitið var, at ferðin bara fór úr føroyska spælinum, meðan Danmark helt fram við fullari ferð.

Føroyar royndu ikki einaferð allan fyrra hálvleik at fara í skjótálop. Tað kann tykjast rættiliga undarligt, tá ið hugsað verður um, at vit hava sera kvikar veingir, sum Turið Arge Samuelsen og Lív Poulsen í hópinum.

Turið gekk undan
Meðan flestu føroysku kvinnurnar tyktust eitt sindur fjálturstungnar av støðuni, so tyktist hetta ikki at ávirka Turið.

Turið, sum ikki fekk nógv at arbeiða við á veinginum, var um miðjan fyrra hálvleik flutt út í bakketuna at spæla, og púra óimponera gekk hon undan, og vísti hinum føroysku kvinnunum, at tað ber til at spæla hondbólt móti Danmark.

Sleptu hondbremsuni
Í seinna hálvleiki bjargaðu føroysku kvinnurnar heiðrinum eitt sindur. Gaman í tók Danmark sær eitt sindur av løttum. Men føroyska avrikið var kortini nógv betri.

Bjarta Johansen kom inn í verjuna og fekk við sínum eyðkenda stríðsvilja verjuna at arbeiða og geva frá sær.

Móti endanum á dystinum kom eisini ferð á føroyska spælið, og seinasta korterið skoraðu Føroyar níggju mál.

Serliga var gott, at síggja, at Føroyar settu ferðina upp, og m.a. fingu Turið Arge og Lív Poulsen nøkur góð mál upp á skjótálop.

Ferðin má økjast
Hesin dysturin skal helst gloymast nakað skjótt. Men áðrenn tað mugu vit læra, at tað ikki ber til at fara nærum fjáltursstungin á vøllin við hondbremsuni uppi.

Suna Krossteig Hansen, Jana Mittún, Turið Arge, Liv Poulsen og fleiri aðrar duga at spæla skjótan hondbólt, og tað mugu vit duga at brúka, tá ið vit ikki hava somu hæddina og kropsligu styrkina sum hinar.

Sama er galdandi í verjuni, har ferðin og stríðsviljan mugu við frá byrjan, um vit bara skulu hugsa um at geva liðum sum Danmark eitt sindur av mótstøðu. Her hevði verið gott at sæð Bjartu í verjuni frá fyrsta bríksli.

Dysturin á síðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum