Fortuna smílir ikki til okkum



HM-undanbólkur F: Føroyar - Skotland 0-1 (0-0)
Annan dystin á rað mugu vit staðfesta, at tað gongur illa hjá okkara monnum at skora mál. Aftur í kvøld spældu Føroyar ein frálíkan fyrra hálvleik, og vit høvdu uppiborið at verið framman fyri í hálvleikinum. Men vit duga bara ikki at skora mál fyri tíðina.

Í seinna hálvleiki fullu Føroyar alt ov langt aftur á vøllin, og til endan var næstan bara spurningur um tíð, áðrenn Skotland fór at skora. Tað gjørdu teir eisini, og enn einaferð kunnu vit iðra okkum um ein ósigur, tá ið vit saktans kundu havt vunnið ella í minsta lagi spælt javnt.

Håkan hevur funnið sín spælihátt
Seinastu dystirnar sær út til, at venjarin Håkan Ericson hevur funnið fram til sítt lið og ein spælihátt, sum hóskar væl til Føroyar.

Stór orka verður brúkt til ikki at fella ov langt aftur á vøllin, og so royna vit at gera skjótt av, tá ið vit vinna hann. Hinvegin so duga okkara menn eisini at halda upp á bóltin og at skapa eitt sindur av róð yvir spælið. Nakað, sum vit sóu sera sjáldan, fyri nøkrum árum síðan.

Ein tann besti hálvleikurin nakrantíð
Fyrri hálvleikur í kvøld móti Skotland man vera ein tann besti, Føroyar hevur spælt nakrantíð. Vit vóru faktiskt betri enn Skotland og skaptu eisini nógv fleiri møguleikar enn Skotland.

Skotar góðu okkum merkiliga góðan frið at spæla bóltin, og tað dugdu vit væl. Brandur Hendriksson dirigeraði á miðjuni, Jóan Símun Edmundsson helt sera væl upp á bóltin longri frammi á vøllinum, Ári Mohr Jónsson var ein støðug hóttan fram eftir vøllinum, Sonni Ragnar Nattestad vann alt í luftspælinum í verjuni, og í heila tikið spældu allir føroyingarnir ein sera góðan fyrra hálvleik.

Bara málið manglaði
Tað einasta, sum manglaði, var málið. Vit høvdu møguleikarnar, Jóan Símun rakti ikki bóltin, Ári hamraði beint á málverjan, Sonni Ragnar slapp at skalla beint framman fyri málinum, og eitt skotskt bein kom fyri eitt langskot, beint áðrenn tað fór í málið.

Skotar tóku yvir
Skotski venjarin man hava tosað við stórum stavum í hálvleikinum, tí eftir steðgin komu skotar nógv longri fram á vøllin, og føroyingar fingu als ikki frið at spæla sama spælið sum í fyrra hálvleiki.

So allur seinni hálvleikur fór við, at okkara menn lógu afturi og vardu, og tað tyktist sum um tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn Skotland fór at skora. Tað gjørdu teir eisini fýra minuttir fyri tíð. Ein bóltur varð sendur inn fyri, og har sparkaði Oddmar Færø bóltin í ein skota og í málið. VAR kannaði málið, men tíverri var tað staðfest, og Føroyar taptu enn einaferð.

Fortuna smílir ikki til okkum
Tað er stuttligt at hyggja eftir landsliðnum fyri tíðina. Vit eru við í dystunum, og stór framgongd er at síggja leikliga í føroyska spælinum.

Stórt spell, at vit ikki hava fingið okkurt stigið móti Eysturríki og Skotlandi. Men vit mugu bara staðfesta, at frú Fortuna ikki smílir til Føroyar fyri tíðina. Málmøguleikarnir vóru har, bæði í kvøld og móti Eysturríki, men inn vildi bólturin ikki.

Í novembur skulu okkara menn til Danmarkar og Ísrael at spæla seinastu dystirnar í hesum HM-endaspælinum. Tað verður torført at vinna stig teir dystirnar. Men vit hopa tað besta.


HM-undanbólkur F:
Føroyar - Skotland 0-1 (0-0)
0-1, 86. Lyndon Dykes
Dysturin á uefa.com