Rói Joensen
Saturday, October 16, 2021
EHF European Cup-kvinnur:
WHC Cair-Skopje - H71 26-43 (16-22)
Kvinnurnar hjá H71 royndu seg á fyrsta sinni í evropeiskum hondbólti, tá ið tær í dag spældu móti WHC Cair-Skopje úr Makedonia.
Eftir ein trilvandi fyrra hálvleiki settu hoyvíkskvinnur dagsskránna í seinna hálvleiki. Endin var, at H71 vann ein stórsigur upp á heili 43-26
Jana gekk undan
Hóast gestirnir vóru á odda fyrstu minuttirnar, so var beinanvegin greitt, at hetta var eitt lið, sum hoyvíkskvinnur kláraðu at spæla móti.
Eftir at hava brent nógvar møguleikar fyrstu minuttirnar, kom H71 við Janu Mittún á odda fram um. Kviki bakspælarin hjá H71 setti fulla ferð á í skjótálopunum, og verjan hjá Skopje hevði einki vápn at steðga Janu, sum antin skoraði hon sjálv ella spældi veingirnar leysar. Serliga hjá Brynhild Pálsdóttir á høgra veingi lá væl fyri at skora.
Eisini í verjuni gekk Jana undan. Hon fangaði nógvar bóltar í uppspælinum hjá hinum, setti ferð á frameftir og so var mál í hinum endanum.
Hvørki av liðunum vardi serliga væl, og tí rapaðu málini inn í báðum endum. H71 skoraði heili 22 mál fyri steðgin, meðan Skopje skoraði 16 ferðir.
H71 fór frá
Seinni hálvleikur helt fram har fyrri slepti. H71 skoraði næstan eftir vild, men tað gjørdi Skopje eisini. Gott verjuspæl var ikki at síggja, og málverjarnir høvdu avgjørt ikki sín besta dag.
Skopje royndi seg eins og í fyrra hálvleiki við at mansverja Janu. Men lítið hjálpti. Jana og H71 fóru gjøgnum verjuna hjá Skopje eftir vild.
Munurin helt sær á teimum umleið seks málunum eina løtu. Men so fór H71 frá. Uppskriftin var tann sama. Jana legði trýst á verjuna við sínum sera skjóta fótskifti, skoraði sjálv ella spældi Brynhild á høgra veingi, og hon skoraði trygt nærum hvørja ferð.
Seinasta partin av dystinum megnaði liðið úr Makedonia ikki at fylgja við, og endin var, at H71 vann greiðan 43-26 sigur.
Eiga at vinna hetta liðið
Vit eru mest vón við, at føroysk lið møta sterkari mótstøðu í Evropa. Men so var ikki í dag, tí liðið frá Skopje var avgjørt ikki nøkur stór honsbóltsuppliving.
H71-kvinnur vóru nógv betri, og var tað ikki fyri treku byrjanina, so hevði, frammanundan stóri sigurin, verið enn størri.
Tað skal vera løgið, um H71 ikki vinnur seinna dystin, sum verður spældu í høllini á Hálsi sunnudagin kl. 18.00. Eitt, sum kortini kann gerast betri, er verjuspælið, sum serliga í fyrra hálvleiki í dag ikki var nóg gott.
EHF European Cup-kvinnur:
H71 - WHC Cair-Skopje 26-43 (16-22)
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Vunnu stórsigur í fyrstu evropeisku royndini