EHF European Cup-menn:
H71 - HK Drammen 22-24 (10-10)
H71 kom sera væl frá byrjan og førdi 5-1 móti norska liðnum Drammen. Norðmenninir komu tó fyri seg, og í hálvleikinum var javnleikur 10-10.
Hóast Peter Krogh fekk sína triðju útvísing, so kom H71 fram um aftur og helt seg framman fyri langt inn i seinna hálvleik. So gekk orkan undan, og Drammen vann at enda 24-22.
Pauli stongdi málið
H71 byrjaði dystin væl, og eftir eitt korter førdi H71 5-1. Sum tølini siga, so eru hetta ógvuliga fá mál, og serliga er tað merkisvert, at norska liðið bara skoraði eittans mál fyrsta korterið. Tað var fyrst og fremst málverjanum Paula Jacobsen fyri at takka. Sera evnaríki ungi málverjin tók alt, og tað verður helst ikki leingi til hann verður partur av okkara A-landsliði.
Í hinum endanum gekk ein annar Pauli undan. Pauli Mittún, ið er beiggi Janu Mittún, sum var besti leikari í kvinnudystinum, skoraði trý av fyrstu fimm málunum hjá H71.
Drammen át seg inn í dystin
Um miðjan fyrra hálvleik fór Drammen at eta seg inn í dystin aftur. Munurin minkaði spakuliga, og serliga hevði verjan hjá H71 torført við at fylgja við, tá ið norðmenninir komu við fullari ferð í skjótálop. Nakrar minuttir fyri hálvleik kom Drammen fyri fyrstu ferð fram um, og var tað ikki fyri Paula Jacobsen, so kundi Drammen verið farið frá H71. Í staðin eydnaðist Peter Krogh at javna beint áðrenn hálvleik.
Peter Krogh reytt kort
Tað komu fá mál fyrst í seinna hálvleiki. H71 hevði gjøgnum allan dystin torført við at koma í gjøgnum verjuna hjá Drammen. Stríðast mátti fyri hvørjum einasta møguleika, og H71 skoraði sera fá løtt mál, um nakað. Hinvegin so mátti Drammen eisini stríðast fyri sínum mál stóran part av dystinum.
Ein tann mest týðandi leikarin hjá H71 í verju og álopi, Peter Krogh, fekk tíðliga í seinna hálvleiki sín triðju útvísing og harvið reytt kort.
Tað forðaði kortini ikki H71 at leggja seg fram um aftur. Pauli Mittún skoraði aftur málini. Í hinum endanum gjørdist verjan bara betri og betri, og Drammen kom ikki ókeypis til ein einasta møguleika. Serliga vóru Niklas Højgaard og Sveinur Olafsson eyðsýndir í miðverjuni
Tá ið 12 minuttir vóru spældir skeyt Pætur Thomsen eitt brotskast í málið til støðuna 15-12 til H71.
Orkan gekk undan
Tað hildu fram at koma sera fá mál í hesum verjukenda dystinum. H71 helt seg framman fyri eina løtu. Men Drammen svaraði aftur. Tað var sum um orkan hjá ungu H71-arunum gekk undan, og m.a. skoraði Drammen nøkur løtt mál upp á skjótálop.
H71 stríddist til seinast sekund. Men endin var at Drammen vann dystin 24-22.
Frálíkt avrik
Eitt frálíkt avrik hjá H71, sum vísti, at føroyskur hondbóltur er á rættari kós. At spæla upp móti einum sterkum norskum liði er ikki bara at siga tað. Serliga tá ið hugsað verður um, at føroysk lið hava sera fáar royndir at spæla í Evropa.
Í seinna dystinum skal H71 til Noregs, og tað verður alt annað enn ein løtt uppgáva. Men hvør veit. Nógvir av hesum ungu monnum hava áður stríðst seg til ómøguligar sigrar.
EHF European Cup-menn:
H71 - HK Drammen 22-24 (10-10)
Dysturin á heimasíðuna hjá EHF