EHF European Cup-kvinnur:
H71 - WHC Cair-Skopje 35-27 (18-12)
Kvinnurnar hjá H71 vunnu lættliga seinna dystin í fyrsta umfari í European Cup móti Skopje.
Mótstøðan var eingin, hóast H71 fyri tað mesta brúkti eykaleikararnar. H71 vann lættliga 35-27.
Eykaleikarar fingu møguleikan
Tað var ikki nógv at spæla fyri í seinna dystinum hjá H71-kvinnunum móti Skopje. Til tess var H71-sigurin í fyrra dystinum alt ov stórur.
Í dag vóru eingir nervar, og H71 legði seg eisini fram um beinanvegin. Venjararnir hjá H71 brúktu høvið at nýta nakrar av leikarunum, sum ikki spældu so nógv fyrra dystin, og tað gekk bara heilt væl.
H71 var framman fyri allan dystin, og tað er torført at finna upp á nakað skilagott at skriva um dystin.
Toppskjúttin frá í gjár, Jana Mittún, var bara inni fyrst í dystinum, og í staðin var tað Maria Halsdóttir Weyhe, sum skoraði tey flestu málini, tíggju í tali.
Venjarar og leikarar hjá Skopje royndu at rópa eitt sindur fyri at vera við í dystinum, og dómararnir fingu eisini nøkur orð frá venjaranum hjá Skopje. Men lítið hjálpti.
Eina lítla løtu í seinna hálvleiki var kortini um at koma spenningur í dystin, tá ið munurin kom niður í eitt mál.
Nærri kom norðurmakedonska liðið ikki, og endin var, at H71 vann 35-27.
Alt ov lítil mótstøða
Ein freistast til at siga, at tað næstan er spell, at kvinnurnar hjá H71 skuldu møta einum so vánaligum liði í Evropa, serliga tá ið hugsað verður um, at tað kostar nógv hjá felagnum. Skopje er neyvan betri enn nakað av liðunum í føroysku kvinnukappingini.
Tað hevði verið eitt sindur stuttligari at stríðst seg víðari. Nú verður spennandi, hvørjum liðið H71 skal spæla móti í øðrum umfari.