Danmark – Føroyar 3-1 (1-0)
Føroysku áskoðararnir sluppu at fegnast um eitt mál í Parkini. Klæmint Olsen kom inn og beint framman fyri føroyska áskoðarunum minkaði stórskjuttin úr Rituvík til 2-1.
Ekstasa á áskoðaraplássunum, og vit droymdu um javnleikin. Tann dreymurin brast, tá ið Danmark gjørdi tað til 3-1.
Vit skakaðu Danmark eina løtu, men endin var, at vit taptu greitt móti ein sera góðum liði.
Rímilig byrjan
Hvussu fór hetta at spæla av, nú Føroyar vóru á útivølli móti einum av bestu landsliðunum í Evropa fyri tíðina, Danmark. Hetta var samstundis dysturin móti kolonimaktini, og tí var spenningur í luftini.
Føroyskir áskoðarar í hópatali høvdu eisini leitað sær til danska høvuðsstaðin, og føroyingar høvdu drukkið og ballast allan dagin mitt í Keypmannahavn, so lagið var gott.
Håkan Ericson, sum í kvøld var í leðurjakka, við blonkum snarlási og knappum, hevði valt René Shaki Joensen á høgra bakk, og Jákup Andreasen á miðvøllin, nú m.a. Brandur Hendriksson og Gilli Rólantsson ikki vóru við í kvøld.
Tað byrjaði rímiliga javnt á vánaliga vøllinum í Parkini. Sum vera man, so hevði Danmark bóltin mest. Men Føroyar smæddust ikki, tá ið vit fóru fram á vøllin, og m.a. fekk tann æviga ungi Sølvi Vatnhamar eina frálíka byrjan upp á dystin.
Fyrsta stóra møguleikan í dystinum fekk Yussuf Poulsen, tá ið hann í tólvta minutti við nærmast stong skallaði beint fram við málinum.
Teitur gleið
Nú tók danska trýstið at økjast, og so við og við kringsettu tekniskt góðu donsku leikararnir okkara brotsteig. Føroyingar bara sparkaðu bóltin burtur hesa løtuna.
Danmark fekk eisini sítt mál, og vánaligi vøllurin hevði tíverri stóra ávirkan, tá ið málið kom.

Teitur Gestsson í málinum gleið, tá ið ein óvandamikil bóltur kom inn um verjuna, og so sendi Andreas Skov Olsen bóltin í málið út nakað spískum vinkli. (her skal viðmerkjast, at Teitur skifti gaggir í hálvleikinum)
Saknur í Brandi
Restina av fyrra hálvleiki kringsettu danir føroysku hálvuna. Vit høvdu ilt við at halda upp á bóltin, og sjálvandi var saknur í Brandi, tí fáur dugir sum skálvíkingurin at fáa ró yvir føroyska spælið.

Jákup Andreasen er avgjørt ikki sama slagið av leikara, og tá ið Jóan Símun Edmundsson heldur ikki megnaði at halda upp á bóltin í kvøld, so gekst illa hjá okkum at fáa nakað spæl í lag.
Tær fáu ferð vit komu í álopsstøður, royndu vit at fáa bóltarnar inn fyri málið. Men innleggini vóru sjáldan góð, og í luftdystunum formáddu okkara menn sær lítið móti sterku donsku miðverjunum. Felagsnevnarin fyri flestu góðu álopsroyndirnar hjá Føroyum, var Sølvi, sum man vera landsliðsleikarin við hægsta botnstøðinum seinnu árini.
1-0 í hálvleikinum var ikki verri enn ilt. Málið kunnu vit iðra okkum um, tí tað var heilt ólukksáliga keðiligt, at Teitur skuldi glíða. Verjuparturin var góðkendur í fyrra hálvleiki, meðan álopsspælið ikki kundi verið betri,
Danir nógv betri
Danir hildu fram at hava bóltin í seinna hálvleiki. René fekk sítt obligatorsika gula kort, og Jóan Símun mátti lata seg skifta út, tá ið tað sá út til at øra fyri honum. Klæmint Olsen inn í álopið.
Vit høvdu bóltin minni og minni, og tað einu ferðina vit komu fram á vøllin, fór Danmark í skjótt mótálop, og endin var, at bólturin varð spældur flatt innfyri, og har kundi Jacob Bruun Larsen rulla bóltin í tóma málið.
Tróndur Jensen kom á vøllin fyri Gunnar Vatnhamar, sum hevði gula kortið. Løtu seinni komu Heri Mohr og Petur Knudsen á vøllin fyri René og Sølva. Ætlanin var eisini, at Hannis Agnarsson skuldi inn fyri Hall, men okkurt var galið við nummartalvuni, og tá ið tað bara er loyvið at skifta út í trimum umførum, so slapp Hannis tíverri als ikki á vøllin.

Klæmint skakaði Danmark
Seinastu løtuna fóru vit fram á vøllin, og eftir at Klæmint Olsen hevði skallað ein rimmar møguleika beint á Kasper Schmeichel, so vísti Klæmint at hann er ein veruligur áleypari, tá ið hann hegnisliga snittaði bóltin í málið við høvdinum.
Vit fóru nú eftir at javna, og í einum álopsstøðu koyrdi Heri bóltin ov langt frá sær, so gekk skjótt hinvegin, og Joakim Mæhle gjørdi tað til 3-1, tá ið hann elegant lobbaði bóltin upp um Teit, sum var komin ov langt út úr málinum.
Tróndur og Klæmint gjørdu mun
Í einum dysti, har vit næstan bara vardu, vóru fáir leikarar, sum skaraðu burturúr. Sølvi byrjaði væl, og var bestur í teimum fáu álopsstøðunum. Oddmar Færø prógvaði aftur, at hann er um at gerast okkara besti verjuleikari, og René spældi væl á høgra bakki.
Seinastu løtuna spældu aftur longri frammi á vøllinum, og m.a. sóu vit, hvørjar dygdir eru í Tróndi Jensen, sum megnaði at skapa tann friðin yvir spælið, sum vit annars høvdu saknað, nú Brandur ikki var við. Eisini vísti Klæmint enn einaferð, at hann dugir at skorað, og tað eru jú tað sum tað ræður um.

Rímiligt avrik móti frálíkum liði
Ongantíð gott at tapa. Men Føroyar megnaðu at gerast fyrsta liðið, sum skoraði móti frálíka danska liðinum í hesum undanspælinum og forðaðu harvið Danmark at taka metið fyri flestar HM-undandystur uttan at lata mál inn. Tað er onkursvegnað eitt góðkent føroyskt avrik.
Vónandi taka vit nakað av sama innsatsi við til Ísraels, har vit mánakvøldið skulu svara aftur upp á vánaliga avrikið, sum vit vístu móti Ísrael á Tórsvølli fyrr í ár.
HM-undanbólkur F:

1-0, 18. Andreas Skov Olsen