Filip vendi vánaligum dysti


Burn Deildin Menn: Kyndil - VÍF 20-25 (5-11)

Nógv er broytt, síðan Kyndil og VÍF plagdu at spæla klassikaran í føroyskum hondbólti, sum plagdi at draga hundraðtals áskoðarar í høllina.

Í kvøld vóru neyvan fleiri enn 50 áskoðarar, og tá eru so avgjørt øll í høllini tald við.

Dysturin sjálvur var heldur einki at reypa av og endurspeglaði ikki tað annars hækkandi støðið í føroyskum hondbólti. Talan var heilt einfalt um ein vánaligan dyst.

Filip Jojic byrjaði uttanfyri, og hinir vestmenningarnir formáddu so absolutt einki í álopinum. Nógv frægari er heldur ikki hjá Kyndli, sum veruliga manglar eina bakketu, sum kann leggja trýst á verjuna. 

Í málinum stoð Tórur Guttesen væl fyrst í dystinum, og Kyndil førdi 5-2, tá ið Filip kom á vøllin, og so vendi dysturin veruliga. Tá ið farið varð til hálvleiks, var 11-5 til VÍF. Sostatt vann VÍF seinasta korterið 9-0, og tað er óneyðugt at siga, at Filip skoraði næstan øll málini, meðan Mladen í hinum endanum stóð líka væl í málinum, sum hann plagar.

Kyndil kom betri frá byrjan í seinna hálvleiki. Filip var mansvardur, og so steðgaði álopið hjá VÍF eitt sindur upp. Kyndil fekk samstundis hol á verjuna hjá VÍF, og serliga eydnaðist at skora nøkur á av veingjunum.

Munurin minkaði niður í fýra mál, men nærri komu teir ikki. Góðskan í kyndilsspælinum var heilt einfalt ov vánalig til at svara aftur.

VÍF, framvegis við Filip á odda, kom skjótt fram um aftur við eini átta nýggju málum, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Móti endanum minkaði munurin nakað, og endin var, at VÍF vann 25-20.