HM-undanbólkur F: Ísrael – Føroyar 3-2 (1-0)
Tað sá einki út, tá ið Føroyar nakað inn i seinna hálvleik komu aftur um 2-0. Vit megnaðu tó at javna, og Klæmint Olsen var okkara klárt besti maður við at leggja upp til eitt mál og skora eitt. Klæmint Olsen er harvið komin ájavnt við málmetið á landsliðnum.
Tíverri so skoraði Ísrael eitt mál afturat, og so fingu Føroyar heldur einki stig í hesum seinasta HM-undandystinum í hesum umfarinum.
-----------------------------
Meðan ódnarveðrið herjaði uttanfyri her heima í Føroyum, fór føroyska manslandsliðið í fótbólti á vøllin niðri í Netanya í Ísrael.
Gunnar Nielsen var komin í málið fyri Teit Gestsson, og málskjúttin móti Danmark, Klæmint Olsen, var aftur á bonkinum. Ísrael var uttan sín stórskjúttan, Eran Zahavi, sum var skaddur.
Tað hendi ikki tað stóra fyrstu tíggju minuttirnar. Føroyar fóru frá byrjan ikki so langt fram á vøllin, sum fleiri av undanfarnu dystum, kanska við tí dýra lærupeninginum í heimadystinum móti Ísrael í huga.
Føroyar høvdu eina hornasparksstøðu, har roynt var við einum stuttum hornasparki, men einki kom burturúr.
Ísrael setti seg á spælið
Fyrsta veruliga málmøguleikan fekk Ísrael í 17. minutti, tá ið bólturin varð spældu inn í millum Sonna Ragnar Nattestad og Viljorm Davidsen, men Gunnar bjargaði skotinum, sum var úr eitt sindur spískum vinkli.
Ísrael setti seg alsamt meira á dystin, og føroyingar bara vardu. Ísrael hevði millum annað fleiri deyðsbóltsstøður.
Føroyar hinvegin høvdu eins og móti Danmark ógvuliga torført við at halda upp á bóltin. Jóan Símun spældi ikki sín besta fyrra hálvleik, og megnaði ikki at halda bóltarnar á liðnum, sum annars er hansara vørumerki.

VAR gav Ísrael eitt brotsspark
Tá ið 25 minuttir vóru spældir kom bólturin púra ótilvitað í hondina á Oddmar Færø í einum nærdysti inni í brotsteiginum, og hóast Oddmar einki kundi gera, so valdi dómarin púra óskiljandi at døma brotsspark, eftir at VAR hevði kannað støðuna. Eitt brotsspark, sum neyvan hevði verið dømt í hinum endanum. Soleiðis er tíverri at vera ein lítil tjóð í altjóða fótbólti. Munas Dabbur sendi brotssparkið í málið.

Saknur í einum áleypara
Eftir málið komu Føroyar longri fram á vøllin, helst tí at Ísrael tók seg nakað aftur. Men Føroyar tóku ikki veruliga av, og høvdu ikki serliga nógv fólk við í álopunum.
Tær fáu ferðirnar vit sendu bóltin inn í brotssteigin, var týðiligt, at vit spældu uttan ein veruligan áleypara, og hvør einasti fótbóltsáhugaður føroyingur, mundi hugsað, at handan bóltin hevði Klæmint kanska fingið fatur á.
1-0 í hálvleikinum eftir eina framskundaða jólagávu frá dómaranum til ísrelsmenn, hóast teir als ikki halda jól.
Afturhildnir føroyingar
Ísrael hevði bóltin framhaldandi mest í seinna hálvleiki uttan at hótta nakað.
Eftir nakrar minuttir kom Klæmint endiliga á vøllin fyri Hall Hansson, og Klæmint hevði frægastu føroysku atsóknina fyrstu ferð hann hevði bóltin, tá ið hann beindi ein lítlan møguleika móti málinum.
So hevði Ísrael ein rimmar møguleika, eftir at okkara menn mistu bóltin í álopsstøðu, og løtu seinni legði Ísrael seg fram um, eftir eina frísparkssamanseting, har føroysku verjuleikararnir vóru sera afturhaldandi í nærdystunum. Shon Weissman skoraði málið.
Klæmint í hopla javnaði føroyska málmetið
Einki sá út til at hanga saman hjá føroyingum hesa løtuna. Stríðsviljin sá ikki út til at vera til staðar, og neyvleikin manglaði, tá ið vit høvdu bóltin.
Men so brádliga sendi Brandur eitt langskot móti málinum, málverjin bjargaði út til Klæmint, sum ísakaldur spældi tvørtur um til Sølva, ið rullaði bóltin í tóma málið. VAR royndi at finna eina rangstøðu, men tíbetur so stóð málið.
Og Klæmint var als ikki liðugur at prógva sítt virði, og tá ið slakir 20 minuttir vóru eftir, skallaði Klæmint bóltin í málið, eftir at René Shaki Joensen úr høgru síðu legði ein frálíkan bólt innfyri yvir til handaru stong.
Harvið hevur Klæmint skorað 10 landsliðsmál og er komin ájavnt við føroyska málmetið, sum Rógvi Jacobsen hevði einsamallur til í kvøld.
Stokkut gleði
Tað gingu tó bert tveir minuttir, so kom Ísrael fram um aftur, tá ið teir alt ov lættliga spældu seg gjøgnum, og Dor Peretz legði heimaliðið fram um 3-2.
Hetta var veruliga ein løgin landsdystur, tí samstundis sum Føroyar megnaði at javna, so hekk als einki saman í verjupartinum. Kanska var tað ikki so løgið, tí bæði miðverjin Sonni Ragnar Nattestad og verjukendi miðvallarleikarin Jákup Andreasen vóru skiftir út í royndini at styrkja álopspartin. Inn fyri teir komu Heri Mohr og Tróndur Jensen.
Vit fóru eftir møguleikanum
Nú valdi Håkan Ericson veruliga at fara eftir at javna. Petur Knudsen og Jóannes Bjartalíð komu inn fyri Sølva og Jóan Símun.
Seinastu minuttirnar bylgjaði dysturin aftur og fram. Føroyar hevði sínar góðu royndir, og í hinum endanum fekk Ísrael gott pláss, nú Føroyar legði so nógv fyri.
Í yvirtíðini megnaði Ísrael at halda bóltin inni á okkara helvt, og tí komu vit ikki til møguleikan at javna. Eitt seinasta álop var tað kortini til, men tíverri spældi René bóltin beint í teirra verju, og so høvdu vit enn einaferð tapt ein dyst tepurt móti einum liðið, sum á pappírinum er betri enn vit.
Enn ein taptur dystur
Enn eitt undanspæl er komið at endað, og eg haldi, at vit kunnu staðfesta, at føroyska landsliðið er komið eitt fet víðari undir Håkan Ericson og hansara venjarahópi.
Veruleikin er kortini, at tað bara er “líka við og næstan”, og tað gevur sum øllum kunnugt einki stig. Vit taptu enn einaferð ein dyst, og tað eiga vit ongantíð at vera nøgd við.
Fýra stig í undanbólkinum er heilt víst minni enn vit høvdu ætla og vænta.
Vónandi megnar Håkan at taka landsliðið enn longur fram í komandi EM-undanspæli. Vit byrja longu at gleða okkum.
HM-undanbólkur F

Ísrael – Føroyar 3-2 (1-0)
1-0, 30. Munas Dabbur
2-0, 58. Shon Weissman
2-1, 62. Sølvi Vatnhamar
2-2, 72. Klæmint Olsen
3-2, 74. Dor Peretz
Dysturin á uefa.com
Endaliga støðan í HM-undanbólki F
Gongdin hjá føroyska landsliðnum í HM-undanspælinum