Livdu upp til vónirnar

HM-undanbólkur F: Føroyar - Moldova 2-1 (0-0)

Leingi sótu vit við einari tómari kenslu, tí óttin fyri at tapa sá út til at vera størri enn viljin til at vinna.

Tvey skjót mál, tá ið ein tími var spældur, vendi brádliga tí heila á høvdið. Klæmint Olsen og Heini Vatnsdal skoraðu málini.

Fimm minuttir fyri tí kom tó spenningur í aftur, tá ið Gunnar Vatnhamar kom at snýta Teit Gestsson í málinum,og Moldova skoraði.

Tað eydnaðist at kortini fáa sigurin í hús, og harvið livdu okkara menn upp til vónirnar um ein sigur.

Ofta tá ið Føroyar hevur spælt ein góðan dyst, so er næsti dystir ikki so góður. So dysturin móti Moldova var dysturin, tá ið landsliðið skuldu vísa føroyafólki, at teir kundu stríða seg til enn eitt gott úrslit.

Føroyar vóru eisini í tí støðu, at okkara menn vóru lítlir favorittar at vinna dystin. Tað er ein støða, vit ikki er so von við í undankappingum. Men í Nations League hava vit fingið góðar royndir at spæla móti londum, sum eru umleið okkara styrki, so nú skuldi ligið væl fyri.


Óneyvt spæl
Fyrstu løtuna sá út til , at søgan um ein vánaligan dyst eftir ein góðan fór at endurtaka seg, tí Moldova legði fyrstu minuttirnar eitt ávíst trýst á okkara verju.

Vit fingu tó fyrsta veruliga møguleikan í 6. minutti, tá ið Brandur Hendriksson sendi eitt frálíkt fríspark innfyri úr høgru síðu, og frammanfyri málið átti Oddmar Færø helst at havt skorað.

Løtu seinni mátti Teitur Gestsson, sum hevði fingið afturval í málinum, út í fulla longd fyri at bjarga einum frálíkum langskoti frá Moldova.

Sum fyrri hálvleikur leið, yvirtóku Føroyar spælið, men tað spurdust eingin møguleiki burtur úr yvirvágni. Meinhard Olsen fekk eina ferð bóltin í málið, men tað var kolldømt fyri rangstøðu.

Brandur var, sum vera man, ógvuliga sentralur í spælinum, og eitt, sum sást týðiliga, var, at Brandur royndi at leggja bóltin inn til Klæmint Olsen, men tað var ikki meira enn nær við at eydnast.

Føroyar høvdu bóltin nógv, men tað gekk ov seint, og tað vóru ov nógvar óneyvar sendingar. Tað førdi til, at Moldova kom í nøkur vandamikil álop, og teir høvdu millum annað nakrar deyðbóltsstøður, sum lættliga kunda verið vandamiklari.

Samanumtikið ein fyrri hálvleikur, har vit høvdu yvirvág í spæli, men teir høvdu minst líka góðar møguleikar.

Sama skilið

Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri. Vit royndu at spæla, men tað tyktist, sum óttin fyri at tapa var minst líka stórur, sum viljin at vinna.

Eitt, sum eg saknaði var viljin at fara í skjót mótálop. Vit høvdu møguleikan nakrar ferðir, men nærum hvørja ferðir valdu miðvallarleikararnir at venda aftur á vøllin í staðin fyri at taka møguleikan frameftir. Tí var verjan hjá Moldova altíð komin upp á pláss, og tá høvdu vit ikki neyðuga hugflogið at spæla okkum í gjøgnum.


Tvær góðar innskiftingar
Hesa løtuna, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, sótu vit øll og bíðaðu eftir onkrum innskiftingum, og tær komu eisini.

Tíverri mátti Oddmar Færø, sum spældi ein frálíkan dyst, fara út við skaða. Gunnar Vatnhamar fór aftur í verjuna, og Jákup Andreasen kom inn á verjukenda miðvøllin. Eisini kom Jóan Símun Edmundsson inn fyri Meinhard, og Jóan Símun fór fram í álopið.

Tað sá út til, at innskiftingarnar broyttu okkurt. Beinanvegin fingu Jákup og Jóan Símun meira ferð á spælið, og tað førdi til eina støðu, har Hallur Hansson legði bóltin inn í høvdið á Klæmint Olsen, sum gjørdi sítt arbeiði og skallaði í málið. Ein møguleika og eitt mál, júst sum ein rættur áleypari skal gera.

Nú vóru vit omaná, og løtu seinni endaði eitt hornaspark við, at Jákup Andreasen rakti stongina, og síðan beindi Heini Vatnsdal bóltin í málið.


Gjørdist óneyðuga spennandi
Føroyar sóu nú út til at hava stýra á tí heila, men tað skuldi kortini gerast spennandi. Tá ið fimm minuttir vóru eftir, kom Gunnar Vatnhamar at nerta bóltin so, at hann fór framvið Teiti, og so minkaði Moldova um munin. Kanska var tað gott, tí annars høvdu teir helst fingið brotsspark og Teitur hevði helst verið vístur av vølli

Nú var aftur spennandi. Men vit vunnu sigurin, sum vit vónaðu og kanska eisini væntaðu frá okkara monnum.

Føroyar enda nú helst frammanfyri Moldova í bólki F, og tað er sera týðandi fyri, hvussu Føroyar verða styrkismettar til komandi undanspøl.

Um ein mánað koma Eysturríki og Skotland á vitjan í Føroyum, og tað verður ein munandi torførari uppgáva enn í kvøld. Men vit hava áður fingið stig móti báðum londunum. So hvør veit.

HM-undanbólkur F: Føroyar - Moldova 2-1 (0-0)
1-0, 68. Klæmint Olsen
2-0, 72. Heini Vatnsdal
2-1, 86. Nicolae Milinceanu
Dysturin á uefa.com