Okkara menn stríddust sum úlvar og mundu skapt sensatiónina, tá ið teir á fullsettum Tórsvølli hildu javnleikin móti donsku stjørnunum til fimm minuttir vóru eftir. Men sum so ofta fyrr, so misti vit á stokkinum.
Eftir vánaliga avrikið móti Ísrael reistust Føroyar aftur, tá ið Danmark vitjaði á Tórsvølli. Danmark spardi nakrar av stjørnunum, og hjá okkum vóru Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson við aftur. Eisini hevði landsliðsvenjarin eitt sindur óvæntað valt Teit Gestsson at verja føroyska málið, og hann skuldi vísa seg at fáa heilt stóra ávirkan á dystin.
Frá byrjan sást, at menn vóru klárir til dyst. Menn runnu meira, stríddust meira, bakkaðu betri upp, og megnaðu betri at steingja rúmini millum keturnar.
Danmark hevði bótin alla tíðina, og teir høvdu eisini nakrar møguleikar, men ikki so nógvar, at okkara verja var alt ov hart trýst.
Teitur eigur at vera fyrsta val
Dagsins maður hjá Føroyum var uttan iva Teitur Gestsson, sum við fleiri góðum bjargingum helt okkum inni í dystinum. Harafturat vísti hann, sum øll vita, at hann er sera góður bóltspælari, og at hann sparkar sera hart og langt. Tað ger, at føroyska liðið megnar at flyta spælið nógv longri fram á vøllin, tá ið vit hava málspark og fríspark har afturi á vøllinum. Tað einasta eg saknaði frá Teiti í dag, var, at hann fór fram við, tá ið vit høvdu tann seinasta deyðbóltin.
Eftir avrikið í dag og undanfarin avrik hjá Teiti, skal vera løgið, um Teitur ikki stendur í málinum móti Moldova.
Eisini Oddmar Færø spældi ein góðan dyst. Nú hann í eina tíð er byrjaður inni hvønn dyst, sær út til, at hann hevur funnið neyðugu rútmuna og stevið at vera leiðarin í miðverjuni, og tað kemur sera væl við, tá ið hugsað verður um, at avrikini hjá Sonna Ragnari Nattestad framvegis er eitt sindur svingandi.
Mundu gjørt ein “Landskrona”
Sum seinni hálvleikur leið, hugsaði eg meira og meira um dystin í Landskrona á sinni. Føroyar vóru slopnar við einum hvøkki, tá ið VAR kolldømdi eitt danskt mál beint fyri hálvleik, og fleiri aðrar ferðir var nær við, at gestirnir tóku leiðsluna.
Tá ið so Føroyar vóru millimetrar frá at leggja seg fram um, so var Tórsvøllur um at lyftast upp frá. Tíverri skallaði Jóan Símun á tvørtræið, og Hallur Hansson sendi returin langt upp um.

So nær komu vit "Landskrona"
René skuldi verið skiftur út
Móti endanum av dystinum mátti fyrst Sonni Ragnar av vøllinum við skaða, og so fekk René Shaki Joensen tað annað gula kortið og harvið reytt.
Reytt kortið hjá René, áttu vit at sloppið undan. René átti at verið skiftur út eftir fyrsta gula kortið, tí hansara máti at spæla upp á ger, at tað altíð er vandi fyri einum gulum kortið afturat, og soleiðis var eisini, tá ið fimm minuttir vóru eftir, tá ið René feldi ein dana út í okkara vinstru síðu. Reytt kort og fríspark til Danmark.
Frísparkið varð sent innfyri, og har skallaði Jonas Wind bóltin yvir í handaru stong og í málið. VAR mundi bjargað okkum enn einaferð, men málið var viðurkent, og so var søgan tíverri sum so ofta fyrr, avrikið var gott, men vit taptu.
Hesin dysturin er farin
Dysturin í kvøld vísti okkum, hvussu langt stríðsvilji kann røkka. Tað er tó torført um ikki ómøguligt at finna fram hendan stríðsviljan hvønn dyst.
Dysturin vísti eisini týdningin av at hava sterkasta liðið á vøllinum. Bulurin á liðnum, Oddmar, Sonni Ragnar, Gilli, Hallur, Brandur, Sølvi og Jóan Símun eiga at byrja hvørja ferð.
Hesin dysturin skal nú leggjast aftur um, og tað snýr seg nú um dystin týskvøldið móti Moldova.

Tá ið hjálpir einki, at hava spælt væl móti Danmark
---------------------------
HM-undandystur: Føroyar - Danmark 0-1 (0-0)
0-1, 85. Jonas Wind
Dysturin á uefa.com