Nú dagin eftir landsdystin móti Ísrael ber til at taka eitt sindur samanum. Undan dystinum høvdu serfrøðingarnir eina lítla vón um, at tað møguliga kundi eydnast at fáa stig móti Ísrael. Um hugt var eftir FIFA-styrkilistanum, so átti tað eisini at verið møguligt, tí Ísrael liggur ikki so langt framman fyri Føroyar á listanum.
Men hendan dystin skuffaðu Føroyar, og´4-0-ósigurin sigur tað, sum skal sigast.skal. Onkur lítil glottið var kortini.
Tað sá eisini gott út fyrst í dystinum. Føroyar trýstu langt frammi á vøllinum, og tað eydnaðist at halda spælið í ísraelsku hálvuni fyrstu minuttirnar tó uttan at vit veruliga vóru vandamiklir.
So hendi tað, at næstan fyrstu ferð Ísrael fór í mótálop, so skoraðu teir. Bólturin varð sendur fram í okkara vinstru síðu, rangstøðufellan miseydnaðist, vongurin trekti inn í vøllin, og so hamraði hann bóltin upp í handara málhorn, og so var alt, sum tað plagar.
Eftir hetta megnaði Føroyar ikki at trýsta Ísrael, og gestirnir settu seg á spælið. Tað sást, at leikararnir hjá Ísrael høvdu munandi betri bóltførleika enn okkara menn, og við kvikum neyvum sendingum fekk Ísrael okkara miðvøll at tuska runt uttan at teir vóru nær við at fáa bóltin.
Fleiri leikarar duttu niður í millum. Jákup Andreasen, sum fekk møguleikan frá byrjan, fann seg als ikki til rættis. Sølvi Vatnhamar sum annars byrjaði dystin væl, spældi væl undir sítt vanliga høga støði, og lítlibeiggin Gunnar Vatnhamar hevði tað eisini sera trupult.
Brandur spældi framúr væl
Miðvøllur riggaði heilt einfalt ikki, og tá er enntá vert at hugsa um, at Brandur Hendriksson spældi framúr væl mitt á miðjuni. Tað er faktiskt ófatuligt, at Brandur kundi spæla so væl á einum so vánaligum miðvølli.
Skálvíkngurin, sum eitt tíðarskeið ikki spældi upp til sítt besta á landsliðinum, hevur undir Håkan Ericson veruliga spælt seg upp aftur á tað støðið, sum vit vita hann megnar at spæla.
Har hann plagdi at ganga og smágrenja inn á dómarar og mótstøðuleikarar, tykist tað at hava hjálpt, at Håkan tók ein ítróttasálarfrøðing at arbeiða við landsliðnum. Brandur er nú fokuseraður, og bóltførleikin er so framúr góður, at Brandur misti nærum ikki ein einasta bólt í gjárkvøldið. Heilt einfalt ein framúr dystur hjá Brandi.
Nógvir feilir
Føroyar royndu at spæla seg út frá egnum máli. Alt gott um tað, men tá ið tað ikki riggar, so hevði kanska verið eitt hugskot at givist við tí. Í gjár kostaði hetta nakrar ferðir. Millum annað tá ið Ísrael kom fram um 2-0 beint fyri hálvleik, tá ið Gilli Rólantsson misti bóltin.
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, og Ísrael kom framum 3-0, tá ið teir alt ov lættliga komu í gjøgnum heilt afturi við baklinjuna inn í brotsteiginum í okkara høgru síðu.
Eftir hetta slakkaði Ísrael av, og Føroyar komu meira við aftur í spælið. Nakrar útskiftingar vóru gjørdar, og eina løtu var eitt sindur stuttligari at hyggja.
Endin var tó, at Ísrael gjørdi tað til 4-0 í einum mótálopið, og úrslitið lýgur ikki. Hetta var ein av teimum heilt vánaligu landsdystunum, har vit meginpartin av dystinum runnu aftaná. Serliga miðvøllurin riggaði illa, og samspælið millum miðverjuna og verjukenda miðvøllin. Her má onkur onnur loysn finnast til dystin móti Danmark, tí annars er vandi fyri veruligum avsmurningi móti sera góða danska landsliðnum. Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson vera helt við frá byrjan móti Danmark, og so er tann stóri spurningurin, hvussu Håkan velur at manna verjukenda miðvøllin
Vónandi verður stríðsviljin eisini ein heilt annar, tá ið Danmark kemur á vitjan á fullsettum Tórsvølli leygardagin. Tórsvøllur nú liðugur, og umstøðurnar er framúr góðar til, at fáa eitt frálíkt fótbóltsupplivilsi, og vónandi fáa vit tað leygardagin.