Brøndby ikki víðari í Champions League

Tað eydnaðist ikki Brøndby at tryggja Norðurlondum tvey lið í bólkaspælinujm í Champions League.

Útgangsstøðið var gott, tí Brøndby tapti bara 2-1 í Eysturríki móti RB Salzburg. Men skjótt gjørdist brekkan brøtt, tí longu tá ið 10 minuttir vóru spældir var 2-0 til Salzburg.

Tað eydnaðist Brøndby at skapa eitt sindur av spenningi í dystin, tá ið teir eftir ein tíma minkaðu um munin til 2-1. Men nærri komu donsku meistararnir ikki, og RB Salzburg fer víðari í bólkaspælið.

Moldovar fyri fyrstu ferð í bólkaspælið
Heilt óvæntað, vann FC Sheriff úr Moldova samanlagt 3-0 á Dynamo Zagreb, og eru harvið fyrsta liðið úr Moldova, sum spælir seg í bólkaspælið.

Eisini Shakhtar Dontesk úr Ukreina spældi seg víðari, tá ið teir vunnu samanlagt 3-2 móti Monaco.

Champions League á uefa.com