Hetta kappingarárið verður kortini norðurlendsk luttuka, tí svensku meistararnir Malmø FF hava spælt seg í heimsins bestu fótbóltskapping.
Malmø tapti í kvøld 2-1 móti bulgarsku Ludogorets. Men av tí at teir vunnu fyrra dystin á heimavølli 2-0 eru teir ljósabláu komnir í tað lovaða landið. Bara fyri at kom í bólkaspælið fær Malmø umleið 150 mio krónur í okkara pengum.
Benfica og Young Boys hava eisini spælt seg í Champions League