HB er í kreppu, 07 Vestur er ógvuliga nær við at bjarga sær enn eitt ár í bestu deildini og ÍF líkist meira og meira liðinum, sum fer at fylgja TB í næstbestu deildina.
KÍ marsjerar móti FM og metum
KÍ vann júst, sum væntað, stórsigur móti TB. 7-0 gjørdist úrslitið, og Páll Klettskarð skoraði fýra mál.
KÍ er væl á veg at taka øll met í bestu føroyskum deildini, og Kristian Joensen, kendur KÍ-fjeppari, skrivar soleiðis á Facebook:
Flest stig í einum kappingarári HB 73 (2018)
Flest mál í einum kappingarári HB 81 (2020)
Fæst mál ímóti í einum kappingarári B36 17 (2005)
Besta málmun í einum kappingarári + 58 HB (2020)
Hetta er síðan farið varð til 27 umfør
KÍ í løtuni. 53 stig og ein málmun ið eitur 76-6, sum er + 70. Og enn eru 8 dystir eftir, kemur KÍ at taka okkurt met í ár ?
Betri Deildin hjá monnum á fsf.fo
Víkingur vann aftur á HB, sum nú er í kreppu
Í stórdystinum hetta vikuskiftið lat Víkingur ongan iva vera um, at pílarnir hjá teimum peika beint upp eftir, og at teir hjá HB peika beint niður eftir.
Bara heilt fáir minuttir vóru spældir, tá ið Víkingur førdi 2-0, og teir í HB tyktist eins og móti KÍ als ikki klárir at spæla dyst.
3-1 gjørdist endaliga úrslitið, og Víkingur sær út til at gerast nummar tvey hetta kappingarárið, meðan HB nú má ansa eftir ikki at missa plássið í Evropa til B36 ella NSÍ.

07 Vestur næstan bjargað
ÍF er á veg móti niðurflyting, Í dag komu fuglfirðingar fram um móti 07 Vestur. Men vágamenn hava duga at fingið úrslit seinastu vikurnar, og teir vendu eisini dystinum og vunnu 2-1. 07 Vestur sær nú út til yvirliva í bestu deildini fyri fyrstu ferð nakrantíð.
B36 steðgaði B68
B68 kláraði ikki at halda fram við sigursrøðini, nú teir møttu einum liðið úr topp 5. B36 var betri liðið í Gundadali og kom fram um 2-0. Heilt móti endanum minkaði B68 til 2-1, men tá var ov seint.
NSÍ er við enn
NSÍ vann í dag lættliga móti EB/Streymi, sum vónaði, at ein “Jákup á Borg effekt” skuldi hjálpa teimum, nú fyrrverandi landsliðsleikarin er komin í venjarahópin hjá sundalagsmonnum. Men tað vendi ikki hjá EB/Streymi, og NSÍ vann heili 4-0. Klæmint Olsen skoraði tvey mál.