U19-dreingirnir í EM-endaspælinum

Finala í U19-EM-undanbólki: 
Føroyar - Hvítarussland 31-30 ( 16-18)

Til lukku dreingir, tað eydnaðist. Frálíkt og einki minni enn fantastiskt.

Føroysku U19-dreingirnir megnaðu at halda høvdu kalt, og við bit og slit kláraðu teir at basa Hvítarusslandi, sum førdi so at siga allan dystin. Hjá Føroyum skaraði, sum ikki einaferð, Elias á Skipagøtu, burturúr og skoraði heili 13 mál.


Føroyar komu fram um 1-0, men eftir tað tók Hvítarussland leiðsluna, og Føroyar høvdu trupult við at fylgja við. Í verjupartinum eydnaðist ikki at steðga sera høgu og sterku hvítarussarunum, og í málinum var Pauli Jacobsen prísgivin, tí hvítarussararnir sluppu ov lættliga til skot.

Tað eydnaðist kortini ongantíð Hvítarusslandi at fara ordiliga undan, og munurin var fyri tað mesta eitt ella tvey mál. Og høvuðsorsøkin til tað, var, sum ikki einaferð, føroyski einmansherurin Elias á Skipagøtu, sum enn einaferð prógvaði seg sum ein úrmæling í avgjørdum heimsflokki.

Um miðjan seinna hálvleik var Hvítarussland um at avgera dystin, og vóru nakrar ferðir trý mál framman fyri. Men okkara dreingir eru gjørdir úr onkrum serligum og bardu seg inn í dystin aftur.

Verjan tók seg nú saman, og við Sveini Olafsson, Paula Mittún og Viktor Gaini á odda eydnaðist verjuni at órógva álopsspælið hjá Hvítarusslandi so mikið, at Pauli Jacobsen nú eisini fann stórspælið fram í málinum.

Føroyar fóru frá at vera aftanfyri 25-22 til at javna til 26-26 upp á nakrar fáar minuttir, og síðan gekk javnt á eina góða løtu, men alla tíðina komu hvítarussarar fram um við einum máli.

Fyrstu ferð okkara dreingir komu fram um var, tá ið Elias, hvør annar, í 27. minutti legði 
Føroyar fram um 29-28. Elias gjørdi tað eisini til 30-28, áðrenn Janus Djurhuus skoraði seinasta føroyska málið.

Endaliga úrslitið gjørdist 31-30, og føroysku U19-dreingirnir hava nú spælt seg í EM-endaspælið fyri U20-dreingir, sum verður komandi ár.

Hetta er enn eitt úrslit, sum vísir, at føroyskur hondbóltur er á veg fram, og vit hava nógv at gleða okkum til komandi árini.

Hagtøl frá dystinum á heimasíðuni hjá EHF