Skermmynd: kvf.fo
Tað var gott, at kunna seta seg í sofuna ein ódnarveðurssunnudag at hyggja eftir stroymingini hjá Kringvarpi Føroya frá hondbóltsdystinum VÍF - KÍF.
Eitt sindur av stríðið var tó, áðrenn eg kundi síggja dystin. Hóast sjónvarpið hjá okkum bert er nøkur fá ára gamalt, so gongst ofta illa at fáa stroyming at rigga á tí. So eg valdi, at stroyma dystin á telduni og seta hana til sjónvarpið.
Og so fekk eg eftir umstøðunum eina góða “low-budget” framleiðslu á sjónvarpsskermin, og altíð væl upplagda Heidi Lava Elgeirsdóttir leiddi okkum hyggjarar gjøgnum dystin, sum tíverri fyri okkum vestmenningar endaði við, at kollfirðingar vunnu.
Tað er gott, at Kringvarpið sendir beinleiðis frá ítróttatiltøkum, hóast tað gott kundi verið gjørt eitt sindur oftari. Men tá ið tað er ov trupult hjá nógvum at fáa myndina á sjónvarpsskermin, so “missir” Kringvarpið nógvar hyggjarar.
Tað hevði tí verið sera gott, um Kringvarp Føroya vísir ítrótt beinleiðis í sjónvarpinum, so at fleiri føroyingar kunnu fáa gleði av at síggja føroyskan ítrótt beinleiðis.
Sjónvarpsskráin er ikki júst pakkað við føroyskum sendingum, so tað átti at borið til at fingið pláss fyri beinleiðis ítróttatiltøkunum í sjónvarpsskránni, og um onkur av føstu sendingnum, Dagur og Vika ella barnasendingar eru í vegin, so átti eisini at borið til at sent beinleiðis umvegis Rás1 hjá Televarpinum. Eg meini so við, Kringvarpið og Televarpið eru bæði almennir stovnar, og Føroyar eru alt ov lítlar til, at stríðast um, hvør skal senda frá ítróttatiltøkum.
Vónandi verða ítróttastroymingarnar og aðrar stroymingar hjá Kringvarpinum í framtíðini eisini vístar beinleiðis í sjónvarpinum.