Áheitan á Atlantic Airways
Í miðal munnu nakrir tíggjutals føroyingar vera í Onglandi og hyggja eftir fótbólti hvørja viku. Tí hevði verið kærkomið hjá okkum fótbóltsfjepparum við einari flogrutu til London árið runt.
Emirates leikvøllurin hjá Arsenal er ein av stórslignu leikvøllunum í London
Í útvarpstíðindunum sunnudagin kl. 14.00 var áhugaverd samrøða við føroyska umboðsmannin í London, Áka Johansen, nú Atlantic Airways í summar fer at flúgva til enska høvuðsstaðin. Hann greiddi frá nógvum fyrimunum fyri føroyska samfelagið, um ein føst flogruta var til London alt árið. M.a nevndi hann, at Føroyar høvdu fingið góða atgongd til allan heimin, at allur heimurin hevði fingið atgongd til Føroya, og at nógv vinnulig áhugamál kunnu røkjast í London.
Umframt at London eisini er ein sera áhugaverdur býur, so er London eisini ein stórur fótbóltsbýur við feløgum sum Arsenal, Tottenham, Chelsea og fleiri afturat. Eisini er lætt at koma frá London upp til Miðonglands, har tvey tey størstu “føroysku” liðini í Onglandi, Liverpool og Manchester United spæla sínar dystir.
Atlantic Airways fleyg til London fyrst hesi øldini. Eins og ætlanin nú er, varð bara flogið um summarið, og tá er enski fótbólturin í summarfrí. Tí fáa føroyskir fótbóltsfjepparar millum lítla og onga gleði av hesum tilboðnum við summarflúgving til Onglands.
Hóast tað hevur verið eitt sindur trupult at ferðast, so hava sera nógvir føroyingar umvegis Edinburgh og Keypmannahavn verið í Onglandi og hugt eftir enskum fótbólti.
Tað kann lættliga hugsast, at ein flogruta til London árið runt hevði kunnað verið ein sonn fótbóltsruta til gleði fyri allar teir hundraðtals føroyingarnar, sum eru púra býttir í Premier League og enskum fótbólti.
Vónandi tekur Atlantic Airways áhugan fyri enskum fótbólt við í metingarnar, tá ið metast skal um framtíðar møguleikar at flúgva til London alt árið.
Føroyskir Liverpool-fjepparar og "Merkið" á Anfield