Hondbólturin var enn einaferð stóri vinnarin, tá ið stóra steypavikuskiftið í hondbólti var um vikuskiftið. H71 staðfesti, at felagið er fremsta hondbóltsfelag í landinum. Hoyvíkingar eru steypavinnarar hjá monnum og kvinnum, og eisini hjá børnunum vann H71 flest steyp.
H71 kvinnur vunnu steypakappingina hjá kvinnu fyri fyrstu ferð. Dysturin byrjaði sum eitt ódnarveður, bæði liðini skoraðu nógv mál, og tað gekk javnt á. Tá ið spælskiparin hjá VÍF Agnas Olsen fekk reytt kort og samstundis beklaði fótin illa, væntaðu tey flestu, at H71 fór at koyra sigurin í hús. H71 við Maritu Mortensen koma eisini nøkur mál fram um. Men VÍF helt stand, og við góðum málmansspælið eydnaðist at koma heilt upp á javnleik. H71 dróg kortini longra stráið, og ungu kvinnurnar í Hoyvík eru nú líka góðar sum menninir.
Menn: H71 - Kyndil 23-19 (10-9)
Menninir hjá livdu upp til leiklutin sum favorittar. Kyndil kláraði at fylgja við ein hálvleik. Men í seinna hálvleiki kom breiddin hjá H71 teimum til góðar, meðan orkan hjá kyndilsleikarunum undan. Við Eliasi á Skipagøtu á odda vann H71 ein tryggan sigur.
Myndir av steypavinnarum í yngri deildunum
Gentur 18: Kyndil - H71 29-28 (12-14) (Mynd: HSF)
Dreingir 18: Neistin - H71 34-32
Dreingir 16: H71 - VÍF 30-22 (14-12)
Dreingir 14: H71 - Neistin 19-9 (9-5)
Dreingir 12: H71 - Neistin 13-7 (7-5)