Rói Joensen
Friday, February 14, 2020
Norski álopsúrmælingurin, Erling Braut Haaland, var ikki partur av nøkrum elitu-akademii í fótbóltsuppvøkstrinum. Hinvegin var hann partur av árgangi 1999 í Bryne, 39 dreingir og 1 genta, sum øll fingu somu venjing øll árini, og liðini vóru javnt býtt.
Fimm teira hava spælt landsdystir á ymiskum norskum ungdómslandsliðum. Erling Haaland og gentan, Andrea Norheim, eru komin á norska a-landsliðið.
Erling Braut Haaland vaks upp í norska felagnum Bryne (Mynd: Brynd FK)
Á vg.no er áhugaverd grein um fótbóltsuppvøksturin hjá norska álopstallentinum Erling Braut Haaland og árgangi 1999 í Bryne.
Við einum góðum venjaratoymi at hjálpa sær, fór høvuðsvenjarin, Alf-Ingve Berntsen, málrætta til verka. Øll fingu somu venjing og liðini vórðu jøvn í styrki
Fyrstu árini vandu børnini bara eina felagsvenjing um vikuna, men innandura fótbólthøllin hjá felagnum var opin allan dagin, so børnini kundu spæla so nógvan fótbólt sum gjørligt.
Um 13 ára aldur var farið at spæla 11-mans fótbólt á heilum vølli, og tá er vanligt at gera liðini eftir styrki. Men tað varð ikki gjørt í árgangi 1999 í Bryne. Venjarin Alf-Ingve Berntsen, valdi at halda fast í jøvnum liðum, og tað hevði við sær at ikki ein einasti leikari gavst at spæla fótbólt, sum annars er vanligt í hesum aldrinum.
Venjarin valdi ikki at fara eftir meistaraheitum, og eitt árið skoraði Erling Haaland eitt mál, sum gjørdi, at eitt annað lið hjá Bryne ikki vann økismeistaraheitið.
Ikki ein einasti leikari var givin at spæla fótbólt, tá ið komið var til 15 ára aldur, og tá valdu børnini sjálvi, hvussu nógv tey vildu venja. 20 valda at venja fýra ferðir um vikuna, og 20 valdu at venja tvær ferðir um vikuna.
Venjarin, Alf-Ingve Berntsen, sigur at hann einki hevur móti akademium, men hann ivast í, hvussu stóra ávirkan tey hava.
Hann argumenterar við at vísa á, at hitt stóra norska talentið, Martin Ødegaard heldur ikki hevur verið á nøkrum akademii, og eitt triðja norskt talent, Sander Berge, spældi í barndómsfelagnum, Asker, til hann var 17 ár.
Les alla greinina á vg.no
Eg havi sjálvur verið partur av venjaratoyminum hjá árgangi 2002 í HB. Vit høvdu eitt gott venjaratoymi, og ein eldhugaðan høvuðsungdómsvenjara.
Tey fyrstu árini vórðu liðini býtt eftir, hvørjum skúla dreingirnir gingu á, og tað hevði við sær, at dreingirnir streymaðu til HB. Í U12 var eitt ávíst styrkisbýti gjørt, men framvegis komu fleiri dreingir upp í, og tá ið árgangurin var størstur, spældu yvir 60 dreingir við árgangi 2002 í HB.
Í U14 varð so fyri fyrstu ferð gjørt eitt sterkt A-lið, sum hevði sín egna venjara. Meistaraheitið og steypakappingin vóru eisini vunnin, men hetta var samstundis byrjanin til, at nógvir dreingir góvust ella fóru til onnur feløg.
Tann stóri spurningurin er, um fleiri dreingir høvdu hildið fram í HB, um vit valdu at halda fram við felags venjing og jøvnum liðum, sum tey gjørdu í árgang 1999 í Bryne.
Tað fáa vit ikki svar upp á. Men tað er vert at hugsa um.
2002-árgangurin í HB var risastórur. Her eru teir til venjing saman við árgangi 2003 í 2016
Haaland og árgangur 1999 í Bryne