Showing posts with label Ungdómsítróttur. Show all posts
Showing posts with label Ungdómsítróttur. Show all posts

ÍSF fram móti felagsmálum

Eftir áhugaverdu samrøðuna við Birgir Hansen um meira samstarv millum ítróttagreinarnar í morgunsendingini, vísti ÍSF á sínum Facebookvanga á nýggju ætlanina hjá felagskapinum Í felag fram móti felags málum.

Eftir grundleggjandi forarbeiði var ætlanin løgd fram fyrr í ár. Ætlanin er fyri árini 2022 til 2026, og har verður greitt soleiðis frá:

Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at ÍSF kemur við ítøkiligum tilmælum - eitt nú um breidd og úrval ella at børn og ung skulu eggjast til at vera virkin í fleiri ymsum ítróttagreinum. Vit gera somuleiðis greitt, at í Føroyum er ítróttagleðin eins týdningarmikil og sigursgleðin.

ÍSF hevur valt fýra fokusøki at arbeiði við hesi fýra árini. Tey eru:
  • Øll skulu við
  • Fjálga um sjálvboðin
  • Ítróttagleði fyrst og fremst
  • Styrkja úrvalsumhvørvini

Ítróttagreinarnar mugu læra at arbeiða saman


Áhugaverd samrøða

Tórður Mikkelsen hevði í útvarpssendingini Summarmorgni í morgun, áðrenn tey flestu vaknaðu, sera áhugaverda samrøðu við hondbóltsviðmerkjaran Birgir Hansen, um tað, at ítróttagreinarnar mugu samstarva meira.

Sendingin er at hoyra her

Eg var samdur í hvørjum einasta orðið hjá Birgir, og tað vænti eg, at nógv onnur eisini eru. Gott at fáa hol á hetta kjakið.

Samstarv heldur enn kapping millum ítróttagreinar

Birgir nevndi m.a. at nøkur ting eru felags fyri nógvar ítróttagreinar, og her er nógv at samstarva um. Hann nevndi m.a. ein miðdepil fyri kropsliga venjing og endurvenjing eftir skaðar.

Eisini helt Birgir, at í staðin fyri at kappast um børnini, eiga ítróttagreinar at samstarva nógv meira um okkara yngru ítróttafólk.

Her heldur Birgir, at tað er týðandi, at tey ungu ikki verða tvungin at velja ítróttagrein. Men ístaðin skulu sleppa, at spæla tær ítróttagreinar tey hava hug til, so leingi tey hava hug til tað.

Eingin veit, tá ið tey eru 15-16 ár, hvussu góð tey verða í hvørji ítróttagrein, og við at tvinga tey at velja, missa vit alt ov nógv ítróttafólk. Vit hava ikki so nógvar leikarar, so vit hava ikki ráð at missa ein einasta, sigur Birgir Hansen

At enda í samrøðuni mælir Birgir til, at Ítróttasambandið samlar ítróttagreinarnar at tosa saman, um tað er møguligt at samstarva í staðin fyri bara at kappast.

Haaland og árgangur 1999 í Bryne


Norski álopsúrmælingurin, Erling Braut Haaland, var ikki partur av nøkrum elitu-akademii í fótbóltsuppvøkstrinum. Hinvegin var hann partur av árgangi 1999 í Bryne, 39 dreingir og 1 genta, sum øll fingu somu venjing øll árini, og liðini vóru javnt býtt.

Fimm teira hava spælt landsdystir á ymiskum norskum ungdómslandsliðum. Erling Haaland og gentan, Andrea Norheim, eru komin á norska a-landsliðið.


Erling Braut Haaland vaks upp í norska felagnum Bryne (Mynd: Brynd FK)

Fara limagjøldini til elituna?


Nú frítíðarkortið er komið í gildið í fleiri kommunum, er gott høvi at seta krøv til ungdómsvenjingar í ítróttafeløgum, so at samsvar verður millum kostnað og góðsku.


Allar kommunur mugu hava frítíðarkort

(Tilgjørd mynd)

Runavíkar- og Nes kommunur ganga undan og hava givið børnunum pengar til frítíðarítriv. Harvið er trýst lagt á hinar kommunurnar at gera tað sama.

Havið ein steðg millum summar- og vetrarítrótt

Í skiftinum frá vetrarítrótti til summarítrótt, og umvent, verða nógv børn sett í eina tvístøðu millum ítróttagreinar, tí at kappingarárini umskarast.

Børnini eru í vanda fyri at gerast “troytt” av ítrótti, tí tað ongantíð er friður. Tað hevði tí verið gott at havt ein lítlan steðg millum vetrar- og summarítrótt

Børnunum dáma væl at íðka ítrótt. Men av og á vilja tey eisini hava frí