Ítróttagreinarnar mugu læra at arbeiða saman


Áhugaverd samrøða

Tórður Mikkelsen hevði í útvarpssendingini Summarmorgni í morgun, áðrenn tey flestu vaknaðu, sera áhugaverda samrøðu við hondbóltsviðmerkjaran Birgir Hansen, um tað, at ítróttagreinarnar mugu samstarva meira.

Sendingin er at hoyra her

Eg var samdur í hvørjum einasta orðið hjá Birgir, og tað vænti eg, at nógv onnur eisini eru. Gott at fáa hol á hetta kjakið.

Samstarv heldur enn kapping millum ítróttagreinar

Birgir nevndi m.a. at nøkur ting eru felags fyri nógvar ítróttagreinar, og her er nógv at samstarva um. Hann nevndi m.a. ein miðdepil fyri kropsliga venjing og endurvenjing eftir skaðar.

Eisini helt Birgir, at í staðin fyri at kappast um børnini, eiga ítróttagreinar at samstarva nógv meira um okkara yngru ítróttafólk.

Her heldur Birgir, at tað er týðandi, at tey ungu ikki verða tvungin at velja ítróttagrein. Men ístaðin skulu sleppa, at spæla tær ítróttagreinar tey hava hug til, so leingi tey hava hug til tað.

Eingin veit, tá ið tey eru 15-16 ár, hvussu góð tey verða í hvørji ítróttagrein, og við at tvinga tey at velja, missa vit alt ov nógv ítróttafólk. Vit hava ikki so nógvar leikarar, so vit hava ikki ráð at missa ein einasta, sigur Birgir Hansen

At enda í samrøðuni mælir Birgir til, at Ítróttasambandið samlar ítróttagreinarnar at tosa saman, um tað er møguligt at samstarva í staðin fyri bara at kappast.