U20-dreingirnir í hondbólti vunnu 30-28 móti Italia í bólkinum, sum spælir um 9. til 12. plássið í EM-endaspælinum. Tað merkir, at í morgin skulu Føroyar spæla um 9.-10. plássið móti Slovenia, sum vit taptu við einum málið móti fyrr í kappingini.
Uppaftur meira týðandi merkir tað, at okkara røsku dreingir skulu spæla í HM-endaspælinum fyri U21-landslið, sum verður í Týsklandi og Grikkalandi í juni komandi summar.
Dysturin í dag var í veruleikan um ikki nógv at reypa av. Leikararnir sóu troyttir út, og teir flestu høvdu sera torført við at spæla upp til høga støðið, sum er lagt fyrr í kappingini. M.a. spældi Elias á Skipagøtu í dag sín klárt vánaligast dyst í kappingini.
Tað var kortini ein leikari, sum skaraði framúr. Hákun West av Teigum vísti, at hann er ein høgri vongur á veg upp á avgjørda toppstig í altjóða hondbólti, og hann skoraði heili 11 mál av høgra veingi við 12 royndum. Hákun er í løtuni føroyskur toppskjútti í kappingin við 39 málum, nummar fimm á samlaða toppskjútalistanum.
Føroyar vóru alla tíðina eini 2 til 4 mál framman fyri Italia, sum bleiv við at koma aftur í aftur. Men tá ið Italia veruliga hótti móti endanum, lyftu okkara leikarar støðið. Sjálvandi skoraði Hákun avgerandi málið og so vann hesin heilt serligi 2002-árgangurin enn ein stóran og uppibornan sigur.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF