Sølvi og Víkingur gjørdu sína skyldu
Fyrstir á vøllinum vóru Víkingur, sum hevði ein 1-0 sigur við sær úr Føroyum niður til Gibraltar at spæla móti Europa FC.
Liðið frá Gibraltar vísti ikki serliga góðsku í Føroyum, og Víkingur gjørdi eisini sína skyldu í Gibraltar og vann dystin 2-1, eftir at hava verið á odda 2-0. Sølvi Vatnhamar skoraði bæði málini.
Magnus Egilsson og B36 gjørdi tað ómøguliga
Eingin væntaði tað stóra frá B36, sum tapti fyrsta dystin 2-0 móti bosniska felagnum FK Borac Banja Luka. Men B36 gjørdi tað ómøguliga eftir ein dramatiskan dyst.
Magnus Egilsson legði B36 fram um beint fyri hálvleik við frálíkum frísparki. Magnus Holm Jacobsen náddi at fáa sítt annað gula kort fyri hálvleik, og so vóru B36 bara 10 mans.
Nýggju minuttir inn í seinna hálvleiki kom kortini javnvág í bæði í samlaðu støðuna og talið á monnum. Ein leikari hjá bosniska liðnum var útvístur, og Magnus Egilsson sendi brotsspark í málið.
Í 67. minutti fullførdi Magnus Egilsson sítt evropeiska hattrick, tá ið hann sendi enn eitt brotsspark í málið.
Tað eydnaðist kortini FK Borac at minkað til 3-1 og samanlagt til 3-3, og so mátti longd leiktíð og síðan brotssparkskapping til at avgera dystin.
Andreas Eriksen brendi hjá B36, áðrenn Mattias Lamhauge bjargaði tveimum brotsspørkum, og so kundi Lukas Enevoldsen skorað upp á avgerandi brotssparkið.
HB gjørdi einki móti ølbúkum úr Wales
HB vann 1-0 móti Newton úr Wales í Føroyum, og walisiska liðið milt sagt ikki sá serliga gott út. Men kortini kláraði HB at skriva enn ein part av síni ússaligu søgu í evropeiskum fótbólti.
Hóast walisarnir kropsliga ikki sóu út til at vera serliga væl fyri og summir høvdu ølbúk, so trýsti walisiska liðið HB allan fyrra hálvleik og kom uppiborið fram um bæði 1-0 og 2-0.
Pætur Petersen megnaði tó at skora eitt mál tíðliga í seinna hálvleiki, og tað var nóg mikið til at fáa longda leiktíð og brotssparkskapping.
Fyrst brendi ein walisi, men tíverri brendu Øssur Dalbúð og Daniel Johansen eisini, og so var HB sum vanligt úti úr evropeiskum fótbólti, áðrenn ævintýrið var byrjað.
HB í evropeiskum fótbólti er, sum tá ið illimaður lesur halgubók. Tað riggar bara ikki!