KÍ skelkaði norsku meistararnar Bodø/Glimt í Champions League undandystinum í Klaksvík í gjárkvøldið.
Eingin gav KÍ nakran sum helst møguleika at gera nakað við norsku meistararnar Bodø/Glimt, eftir at hava tapt fyrsta dystin í Noregi 3-0. Men KÍ vildi tað øðrvísi.
Hóast Bodø/Glimt hevði bóltin mest, so var KÍ tað vandamiklara liðið, og tá ið teir fingu møguleikan at loypa á, gekk skjótt fyri seg, og tað var veruligt bit skjótu mótálopunum hjá KÍ. Tað førdi til tvey mál, sum Mads Boe Mikkelsen og Jákup Andreasen skoraðu.
Nú var veruligur spenningur í aftur, og tað kókaði við Djúpumýrar. Men tá ið Bodø/Glimt skoraði upp á brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki, hildu tey flestu, at nú var liðugt.
KÍ kom kortini einaferð enn inn í dystin, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Aftur var tað Jákup Andreasen, sum skoraði.
KÍ legði alt fyri seinastu minuttirnar, men norsku meistararnir yvirlivdu, og eru víðari í Champions League.
KÍ skal nú eins og hini liðini spæla í Confernence League. KÍ skal spæla móti Sutjeska úr Svartfjallalandi ella Montenegro. Við avrikinum í gjár í huga, skuldi KÍ havt ein rímiliga góðan møguleika at spæla seg víðari.