Lava og Brandur bjargaðu kvøldinum


UEFA Nations League
Føroyar - Malta 3-2 (1-1)
Eftir ein frálíka byrjan fullu okkara menn í fátt, og við tveimum málum var Malta á veg til sigurs. Men tá ið ringast sá út, bjargaðu Andreas Lava Olsen og Brandur Hendriksson okkum frá einum eyðmýkjandi ósigri í fyrsta landsdystinum hjá nýggja venjaranum, Håkan Ericson.

Tríggir minuttir vóru eftir, tá ið bólturin eftir eitt føroyskt álop fall til Andreas Lava Olsen. Í einari støðu har eingin annar hevði skotið, hálvavegna á veg út frá málinum, valdi Lava at smekka til, og bólturin fór í málið. Lava takkaði harvið Håkan Ericson fyri sera óvæntaðu úttøkuna, sum nógv hevur verið tosað um í fótbólts-Føroyum seinastu dagarnar.

Nú var ringasta skommin bjargað, og tað gjørdist upp aftur betri. Føroyar fingu í yvirtíðini fríspark nakað til høgru og nakar metrar uttanfyri brotsteigin. Nógv hugsaðu Adrian Justinussen, men við bóltin stóð Brandur Hendriksson, og hann gjørdi ikki mætari enn at benda bóltin upp í nærmasta málhorn.

Ein øgiligur rómur á leikarum og venjarum, og Brandur rann upp á áskoðaraplássini at fegnast saman við viðleikarunum

Føroyar omaná
Føroyar vóru nógv betri enn Malta fyrst í dystinum, og vit fingu eisini so nógvar møguleikar, at tað bara var spurningur um tíð, áðrenn vit skoraðu.

Jóannes Bjartalíð, Klæmint Olsen og aftur Jóannes brendu stórar møguleikar, áðrenn Klæmint legði Føroyar fram um.

25 minuttir vóru spældir, tá ið Sølvi Vatnhamar legði bóltin inn fyri úr høgru síðu, og framman fyri málið skallaði Klæmint bóltin í málið.

Miðvøllurin hekk ikki saman
Av einari ella aðrari orsøk fall støðið á føroyska liðinum eftir føroyska málið. Malta yvirtók spælið, og í verjupartinum vóru okkara menn langt frá mótleikarunum.

Nakrir lyklaleikarar spældu ikki upp til vanliga støðið, og serliga mitt á vøllinum hekk einki saman. Vit mistu bóltin lætt, og Malta hevði ofta lætt spæl.

Nýggi liðskiparin, Hallur Hansson, var sjáldsama ósjónligur, og kanska var hann merktur av nýggja leiklutinum, tí hann hvørki skeldaði ella fekk gult kort, sum hann annars ofta ger, tá ið hann stríðist fyri Føroyar.

Brandur Hendriksson stríddist eisini við at fáa ávirkan á spælið, eftir hann var millum teir bestu fyrst í dystinum.

Tann einasti mitt á miðjuni, sum helt støðið, var Sølvi Vatnhamar, ið man vera tann føroyski landsliðsleikarin sum seinnu árini hevur havt hægst botnstøði.

Verjuparturin ikki samstillaður
Verjuparturin tyktist heldur ikki heilt samstillaður, og bæði málini hjá Malta komu eftir, at føroyska verjan ikki stóð sum hon skuldi.

Tá ið Malta javnaði í 37. minutti, var høgri bakkur, Jóannes Danielsen, í verjustøðu, staddur eitt sindur langt frammi, og náddi ikki í eina takkling. Bólturin var spældur fram við síðulinjuni, og har var miðverjin Heini Vatnsdal eisini ov seinur at takkla, og tá ið Sonni Ragnar Nattestad eisini var komin av sínum plássi í miðverjuni, var eingin miðverji eftir framman fyri málið, tá ið bólturin var lagdur inn fyri. Endin var, at bólturin varð spældur aftur til Jurgen Degabriele, sum sendi bóltin inn við høgru stong uttan møguleika hjá Gunnari Nielsen at bjarga.

Seinna málið hjá Malta kom eisini eftir eina fullkomiliga misskiljing í verjupartinum, tá ið Malta sendi eitt fríspark inn fyri málið. Við handaru stong gjørdist Andrei Agius púra leysur og sendi bóltin í málið.

Nógv at bøta um
Vit sluppu undan einum eyðmýkjandi ósigri á heimavølli móti Malta, sum ongantíð hevur fingið stig í Føroyum. Sigurin var ikki uppiborin, men hann var kærkomin, og gevur okkum sjálvandi betri vónir til útidystin móti Andorra um nakrar dagar.

Nýggi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, lærdi helst nógv í kvøld, og hann má eisini bøta um nógvar partar av spælinum, um vit skulu fáa úrslit á trupla útivøllinum í Andorra. Og tá ið vit einaferð møta upp aftur sterkari tjóðum er als ikki pláss fyri einum so vánaligum avriki sum í kvøld.

UEFA Nations League
Føroyar - Malta 3-2 (1-1)

1-0, 25. Klæmint Olsen
1-1, 37. Jurgen Degabriele
1-2, 73. Andrei Agius
2-2, 87. Andreas Lava Olsen
3-2, 91. Brandur Hendriksson

Dysturin á uefa.com