UEFA Nations League
Andorra - Føroyar 0-1 (0-1)
Andorra - Føroyar 0-1 (0-1)
Tað man vera sera sjáldan, at føroyska landsliðið hevur havt bóltin so nógv, og at mótstøðuliðið hevur verið so vánaligt, sum Andorra var í kvøld.
Bara heilt fittir
Vit vóru bangin fyri, at Andorra eins og seinast liðini møttust fór at brúka allar snildir fyri at oyðileggja dystin. Men tað gjørdu leikararnir hjá Andorra ikki í dag. Teir hvørki, slógu, filmaðu, drálaðu meira enn vanligt er í einum fótbóltsdysti. Teir vóru faktiskt heilt fittir í dag.
Høvdu bóltin alla tíðina
Føroyar sluppu at hava bótin allan dystin. Grundspælið gekk væl. Bólturin varð fluttur rímiliga skjótt millum leikararnir, og serliga var roynt at koma í gjøgnum í okkara vinstru síðu, har Brandur Hendriksson var umgangspunktið í flestu álopunum.
Brandur var besti maður í dag, og tað er deiligt at síggja, at skálvíkingurin sær út til at funnið spæligleðina aftur, eftir at hann í nøkur ár ikki ordiliga hevur livað upp til sera góðu byrjanina á landsliðinum sum blaðungur.
Føroyar høvdu, sum nevnt, bóltin nógv. Men okkara menn komu til sera fáar veruliga vandamiklar møguleikar, tí verjan hjá Andorra var sera tøtt og væl skipað.
Klæmint takkaði aftur fyri álitið
Tíbetur so fingu vit tað forloysandi málið longu eftir at hava spælt í hálvan tíma. Klæmint Olsen vísti annan landsdystin á rað, at hann dugir at skora mál. Føroyar hildu fast í einum álopi í høgru síðu, Hallur Hansson legði bóltin flatt inn fyri, og staddur nakað áðrenn nærmastu stong, hælaði Klæmint bóltin afturum seg í málið aftan fyri málverjan, sum helst átti at hava bjargað skotinum.
Vit fingu sannað, at tað loysir seg at hava ein veruligan málskjútta við í tílíkum dystum, har vit spæla móti “veikari” londum enn vanligt. Undir Lars Olsen var ofta eingin veruligur málskjútti á vøllunum móti veikaru londunum.
Teitur góður bóltspælari
Hóast Føroyar komu fram um longu í fyrra hálvleiki, so kom Andorra ongantíð fram á vøllin. Teir bíðaðu heilt til seinastu minuttirnar at fara fram, men har var einki bit í, als einki. So tað er ringt at skriva nakað um verjupartin hjá Føroyum, sum ikki man hava havt so lítið at gera, síðan Oyggjaleikirnar í 1989.
Teitur Matras Gestsson fekk í dag ein av sínum heilt fáu møguleikum í málinum, eftir at hava verið eykamálmaður í óteljandi landsdystum. Hann hevði onga bjarging, men hann vísti okkum, tað sum vit øll vistu framman undan, at hann dugir nógv betri at sparka ein bólt enn Gunnar Nielsen, og tað var gott ein tílíkan dyst, har vit sluppu at hava bóltin nógv. Her er í hvussu er okkurt at hugsa um hjá Håkan Ericson, í teimum dystunum har Føroyar sleppa at spæla bólt.
Fremstir við fullum stigatali
Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur nú nakað so sjáldsamt sum fult stigatal eftir tveir dystir og er fremst í bólkinum. Hini úrslitini í bólki D1 í Nations League hava eisini lagað seg væl, og í kvøld spældu Malta og Lettland javnt 1-1, so í løtuni eru vit fýra stig fremst í bólkinum. Landsliðið spælir aftur í oktobur.