U21 spældu seg heitar, men taptu



U21 EM-undandystur, Føroyar - Norðurmakedónia 1-2 (0-1) 

Eins og móti Ísrael á Svangaskarði fyri nøkrum døgum síðan, so vaks føroyska U21-manslandsliðið, sum dysturin leið, móti Norðurmakedónia á Tórsvølli mitt í arbeiðstíð í dag.

Tá ið føroyska U21-lið var niðri í Norðurmakedónia taptu vit heili 7-1. Norðurmakedónar vóru eisini betri frá byrjan í dag, og gestirnir komu eisini fram um, tá ið 17 minuttir vóru spældir. Samuel Chukwudi kom fyri eitt skot, men bólturin støkk til Milan Ristovski, sum skoraði.

Restina av dystinum vóru Føroyar nógv meira við í spælinum, og dreingirnir hjá Bagga vístu, at tá ið teir tora at spæla og bjóða av, so eru vit ikki so nógv aftanfyri lond um Norðurmakedónia.

Tíverri so kostaði eitt mistak í útspælinum hjá okkara málverja, Róa Mørk Hentze, dýrt tá ið 10 minuttir vóru eftir. Endin var, at Kristijan Ackovski kundi lættliga senda bóltin í tóma málið.

Føroyar skapti tó skjótt spenning í dystin aftur. Petur Knudsen vísti, at hann er ein leikari, vit kunnu vænta nakað av í framtíðini. Staddur beint uttan fyri høgra horn á brotsteiginum setti hann kós móti málinum, og hóast bólturin tók í onkran verjuleikara, so eydnaðist Peturi at koma til skot, sum umvegis ein annan verjuleikara endaði í málinum.

Tað eydnaðist eisini at leggja eitt ávíst trýst á seinastu minuttirnar. Men fleiri mál komu ikki.

Bagge hevur fingið eina góða byrjan sum landsliðsvenjari hjá U21-monnunum, og spennandi verður at fylgja ungu monnunum komandi tíðina.

U21 EM-undandystur:
Føroyar - Norðurmakedónia 1-2 (0-1)

0-1, 17. Milan Ristovski
0-2, 81. Kristijan Ackovski
1-2, 85. Petur Knudsen
Dysturin á uefa.com