U21-dreingir vunnu á Ísrael eftir frálíkan seinna hálvleik


U21 EM-undandystur
Føroyar – Ísrael 3-1 (3-1)


Sámal Erik Hentze fekk eina frálíka byrjan sum venjari hjá U21-landsliðinum. Ísrael var betri í fyrra hálvleiki og kom fram um. Í seinna hálvleiki vaknaðu okkara ungu menn, avrikið var so mikið gott, og Føroyar vunnu 3-1

Ov spakir

Í fyrra hálvleiki sá út til, at fleiri av føroysku leikarunum eru nýggir í hesum høpinum. Tað gekst sera illa at halda upp á bóltin, og føroysku leikararnir fluttu seg lítið fyri hvørjum øðrum, og í verjustøðu vóru okkara menn alt ov spakir. Tíbetur spældi Ísrael heldur ikki væl, og hóast teir høvdu bóltin mest, so var sjáldan vandi á ferð framman fyri føroyska málið.

Tað skuldi eisini eitt ivasamt brotsspark til, fyri at Ísrael kundi skora. Eitt innlegg úr høgru síðu tók í armin á Hanusi Sørensen, og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Eftir eitt ávíst stríð at fáa bóltin at liggja stillan í vindinum á Svangaskarði, sendi Tomer Yosefi bóltin í málið.


Sum eitt nýtt lið
Í seinna hálvleiki komu Føroyar á vøllin sum eitt nýtt lið. Nú tordu okkara menn at spæla, og ikki minst so stríddust teir eisini fyri hvørjum bólti. Tað gav eisini úrslit, og eftir eitt ávíst føroyskt trýst fyrstu minuttirnar, eydnaðist eisini at javna. Ein av góðu føroysku leikarunum, Mads Mikkelsen, vann bóltin langt frammi á vøllinum, setti kós móti málinum, og hóast hann eisini hevði Jonn Johannesen við sær, so valdi hann at fara sjálvur, gera eina steðgifintu og síðan leggja bóltin í málið.

Beint eftir málið hevði Føroyar fleiri góðar atsóknir móti málinum, og vóru nær við at leggja seg fram um. Síðan yvirtók Ísrael spælið aftur, men tað var eins og í fyrra hálvleiki einki bit í ísraelska álopinum.


Tvey skjót mál
Føroyingar komu eisini av og á í álopsstøðu, og tá 77 minuttir vóru spældir, sendi Steffan Radosavlevic ein at síggja til vandaleysan bólt inn fyri. Men málverjin hjá Ísrael misti bóltin í málið, og so vóru Føroyar á sigurskós.

Nakrar minuttir seinni var aftur føroyskt mál. Petur Knudsen, sum hevði biðið um at verða skiftur út, vann bóltin frá ísraelsku verjuni og setti beina kós móti málinum og skoraði til 3-1.

Eitt sindur stóð á seinastu minuttirnar, og einaferð mátti málverjin, Rói Mørk Hentze, bjarga á sjálvari strikuni, næstan inni í málinum. 

Góð byrjan hjá nýggjum liðið
Eitt frálíkt avrik hjá nýggja føroyska U21-landsliðinum og nýggja venjaranum, Sámal Erik Hentze. So skjótt sum okkara menn tordu at spæla, so kláraðu teir væl og virðiliga at spæla upp móti Ísrael, sum undan dystinum var nummar tvey í bólkinum.

Næsta týsdag spæla taka Føroyar móti Norðurmakedónia á Tórsvølli.

U21 EM-undandystur
Føroyar – Ísrael 3-1 (3-1)

0-1, 35. Tomer Yosefi
1-1, 52. Mads Mikkelsen
2-1, 77. Steffan Radosavlevic
3-1, 83. Petur Knudsen

Dysturin á uefa.com