Arsenal vann fyrsta steypið í kappingarárinum

Eftir brotssparkskapping vann Arsenal dystin um Community Shield móti Liverpool. Hetta er dysturin millum meistara og steypavinnara í Onglandi frá seinasta kappingarári.

Sjálvur dysturin endaði 1-1. Longu í tólvta minutti legði Pierre-Emerick Aubameyang Arsenal fram um eftir eitt frálíkt álop. Liverpool hevði bóltin mest restina av dystinum, og í 73. minutti javnaði innskifti Takumi Minamino.

Í brotssparkskappingini var ungi Liverpool-leikarin, Rhian Brewster, tann einasti sum brendi. Avgerandi brotssparkið hjá Arsenal sendi Pierre-Emerick Aubameyang í málið.

Dysturin á thefa.com