Eftir grundleggjandi forarbeiði var ætlanin løgd fram fyrr í ár. Ætlanin er fyri árini 2022 til 2026, og har verður greitt soleiðis frá:
Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at ÍSF kemur við ítøkiligum tilmælum - eitt nú um breidd og úrval ella at børn og ung skulu eggjast til at vera virkin í fleiri ymsum ítróttagreinum. Vit gera somuleiðis greitt, at í Føroyum er ítróttagleðin eins týdningarmikil og sigursgleðin.
ÍSF hevur valt fýra fokusøki at arbeiði við hesi fýra árini. Tey eru:
- Øll skulu við
- Fjálga um sjálvboðin
- Ítróttagleði fyrst og fremst
- Styrkja úrvalsumhvørvini