Tvey gullheiðursmerki gluppu Noregi av hondum


HM í frælsum ítrótti er í hesum døgum í Oregon í USA, og nátt høvdu norðmenn vónir um tvey heiðursmerki av gulli.

Tað gekst tó ikki eftir vild. Stórfavoritturin í 1500 metra renning Jacob Ingebritsen mátti taka til takka við silvurmerkinum aftanfyri bretan Jake Wightman, sum vann við tíðini 3 minuttir og 29,23 sekund.

Í 400 metra rimarenning megnaði olympiski gullvinnarin, Karsten Warholm, heldur ikki at vinna. Hann hevur verið nógv skaddur seinastu tíðina, og eftir 300 metrar gekk orkan undan, og norðmaðurin endaði á sjeynda plássinum. Brasiliumaðurin Alison dos Santos vann og gjørdist heimsmeistari við tíðini 46,29 sekund.