(Tilgjørd mynd) |
Runavíkar- og Nes kommunur ganga undan og hava givið børnunum pengar til frítíðarítriv. Harvið er trýst lagt á hinar kommunurnar at gera tað sama.
Kappingin millum kommunurnar ger, at hinar kommunurnar ikki kunnu sita hendur í favn. Tí fara helst fleiri kommunur at finna pláss til eitt frítíðarkort á komandi fíggjarlóg.
Tað er eisini kommunuval í 2020, og tí hava sitandi kommunupolitikkarar, sum ætla sær at verða valdir aftur, einki annað val enn at seta frítíðarkortið á skrá.
Frítíðarkortið er ein frálíkur máti at stuðla ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Í fleiri ár hava ítróttaáhugað í Føroyum tosað um íslendska frítíðarkortið, og nú er tað so endiliga komið til Føroyar.
Sjálvandi verða ymiskar avbjóðingar, at fáa frítíðarkortini at rigga so væl sum gjørligt, og longu nú hevur Taks boðað frá, at skattur skal rindast av virðinum á kortinum, og fyrispurningur er eisini reistur um tað á tingi.
Frítíðarkortið er helst komið fyri at vera, og tað kemur vónandi at lyfta føroyskt ítróttalív og frítíðarvirksemi á eitt upp aftur hægri støði